Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samhugakvøða við Catalonia

Jóhann Lützen

Norðlýsið vil við hesum lýsa sín samhuga við catalonarum, sum vilja hava eina fólkaatkvøðu um sjálvstýri

Norðlýsið vil við hesum lýsa sín samhuga við catalonarum, sum vilja hava eina fólkaatkvøðu um sjálvstýri
Landspartatingið í Catalonia samtykti 6. september at fólkaatkvøða skuldi vera 1. oktober, men stjórnin í Madrid og grundlógardómstólurin har hava skírt hana ólógliga at vera. 
Catalonia er landspartur í Spania við egnari mentan, egnum máli og egnum flaggi, og hevur áður bæði roynt at vera fullveldi og at vera fult integreraður spanskur landslutur. Tíðin er nú búgvin at lata fólkið tala, um tey ynskja at vera nakað av hesum aftur, ella at vera verðandi ein spanskur landspartur. 
Spania hevur áður noktað serstaka catalanska dómstólinum at virka, eins og landið hevur noktað catalanarum at hava egna stjórnarskipan. Undir Franco var ólógligt at tosa catalanskt ella undirvísa á catalanskum. Hóast fleiri batar síðani harðræðið tá, sýnir stjórnin í Madrid nú aftur hug at knúlva catalanska fólkið.

Her verður ikki tikin støða til, um Catalonia eigur at loysa frá Spania ella ikki. Hetta skulu catalonar sjálvir taka støðu til. Tað kann vera, at spanska stjórnin hevur lógarheimild at síggja burtur frá úrslitinum av fólkaatkvøðuni. Men at forbjóða Catalonia at halda hana, er ikki rætt.

Á myndini sæst fyrrverandi Barcelona og núverandi Manchester City venjarin Pep Guardiola halda røðu sunnudagin fyri 40.000 fólkum í Barcelona, har hann sigur at “catalonar hava onki annað val enn at greiða atkvøðu”.