Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sami formansskapur heldur fram

Jóhann Lützen

Á aðalfundinum hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag vórðu tveir nevndarlimir og tiltakslimur afturvaldir

 

Føroya Ráfiskakeyparafelag helt árliga aðalfund felagsins 25. mars í Vinnuhúsinum. Á aðalfundinum stóðu Jens Pauli Petersen og Brandur Jacobsen fyri vali. Báðir vildu halda fram og vórðu eisini afturvaldir. Eisini varð Dánial Hansen afturvaldur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formansskapi sum frammanundan. Jógvan Hansen heldur fram sum formaður, og Jens Pauli Petersen heldur fram sum næstformaður.

Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag er mannað soleiðis:
•    Jógvan Hansen, formaður
•    Jens Pauli Petersen, næstformaður
•    Magnus Jespersen, nevndarlimur
•    Nicolas Stauss, nevndarlimur
•    Brandur Jacobsen, nevndarlimur
•    Dánial Hansen, tiltakslimur

Ársfrásøgnin hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag kann lesast her

Harleywoodpaint