Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkomur og kirkjur eru splittað – serliga sunnudagar

John William Joensen

Samkomur og kirkjur duga sera illa at skilja ímillum egnan siða- og mentanararv og evangelisku læruna. Størstu og álvarsamastu ósemjurnar í samkomum og kirkjum hava við tónleik at gera, ásannar Bill Gaither, sum er ein av kendastu og best dámdu nútíðar sálma smiðjum. Skulu vit hava klaver og kanska trummur í samkomum og kirkjum er eitt kjak sum hevur fylgt nógv alla mína tíð, segði Bill Gaither í orðaskifti um nútíðar kristnan tónleik saman við konu síni, Gloria Gaither (myndin)

Ósemjur um ritualir, tónleik og egnar preferansir hava splitta kirkjur og samkomur og sunnudagur ella sunnimorgun vísir okkum hvussu sundur splitta kristna kirkjan er í síni mentunarligu og siðbundna hátti at tilbiðja Guð. Eg havi ongar trupuleikar við at fólk halda fast við sín egna siðbundna hátt at tilbiðja Guð – bara fólk ikki blanda hetta saman við evangeliska boðskapin tí í grundini hevur hetta einki við relgión at gera. Eingin hevur rætt til at seta seg sum dómara yvir hvat er rættasti mátin at tilbiðja Kristus, segði Bill Gaither undir einari framløgu sum hann saman við konu síni hevði fyri ungum studerandi.

Kona hansara Gloria Gaither sum er viðurkendur orðasmiður og sum hevur sett orð til nógvar av kendastu nútíðar kristnu sálmunum sum maður hennara, Bill Gaither, hevur smíða lag til, var sera bersøgin.

– Mín lívsroynd og niðurstøða er at samkomur og kirkjur í dag eru hyklarar tí vit í alt ov stóran mun tilbiðja eina ávísa siðalæru, ein máta at tilbiðja Guð enn kristus sjálvan. Her meini eg ikki einans við gomul kirkjulið sum halda fast við eina gamla mentan, men eisini yngri og nýggjar samkomur.