Í dag hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, svarað fyrispurningi frá fýra tingmonnum úr Norðoyggjum um ætlanirnar at geva teimum trimum sjúkrahúsunum nýggj nøvn. Millum annað varð spurt um, hvussu nógv hetta fór at kosta.
Av svarinum framgongur, at útreiðslurnar til búmerki verða 42.000 krónur, ein “mini-sniðhandbók” fer at kosta 48.000 krónur, lýsingarkampanjan kostar 45.000 krónur, lýsing og snið til navnakappingina 26.600 krónur og virðislønin 10.000 krónur. Tilsamans 171.600 krónur, men biðið verður um ½ millión, tí eisini skal ein felags heimasíða gerast. Og so stendur, at felags búmerki kemur afturat, hóast tað er nevnt í teimum 171.600, eins og ein “felags visjón” eisini fer at kosta. Hetta verður ikki útgreinað nærri. Leiðslukunning, KT og ferðaútreiðslur verða eisini nevndar sum partar av hesi ½ milliónini.
Peningurin er longu játtaður í løgtingsfíggjarlógini, løgtingsmál nr. 6/2019, har tað tó onki beinleiðis stendur um navnakapping ella navnabroyting, so spurningurin er, um ikki tingfólk eru drigin uppá tráð, tá tey hava játtað hendan peningin uttan at vita, at hann fór at verða brúktur til at broyta nøvnini á sjúkrahúsunum. Orðarætt stendur bara:
“Arbeiðið við at sameina sjúkrahúsini hevur nakrar øktar útreiðslur við sær viðvíkjandi ferðaútreiðslum, leiðslukunning og KT. Ætlanin er at framleiða eina felags heimasíðu, eitt felags búmerki og eina felags visjón fyri sjúkrahúsverkið. Biðið verður um 500 tkr. til endamálið í 2020.”
Tað vil siga, at tingfólk einans eru upplýst um, at peningurin fór at fara til felags búmerki, felags heimasíðu og felags visjón, umframt ferðaútreiðslur, leiðslukunning og KT.



