Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samráðast við Fróða Benjaminsen

Jákup Ósá

Tað er ikki vist, at tað verður í HB, at Fróði Benjaminsen fer at spæla í ár.

Tað er ikki vist, at tað verður í HB, at Fróði Benjaminsen fer at spæla í ár.

Norðlýsið veit frá sera góðum keldum, at Víkingur er í samráðingum við roynda føroyska landsliðsleikaran Fróða Benjaminsen. Fróði býr á Strondum, og tí er kanska meir upplagt enn nakrantíð, at hann fer at spæla við einum av toppliðunum í Eysturoynni. At miðverjin hjá Víkingi, Erling Jacobsen, er skaddur og úti í áleið 12 vikur hevur kanska eisini førkað uppundir áhugan hjá Víkingi. Men enn eru tað ikki meir enn samráðingar, og í HB er framvegis áhugi fyri at fáa Fróða at halda fram. Ein annar møguleikin er, at Fróði steðgar at spæla, men tað tykist neyvan sannlíkt, tá føroyameistararnir vilja hava hann samstundis sum hann spældi skaðafríður alt seinasta kappingarár. Vegna útbúgving verður Fróði ikki tøkur í mai mánaða og nakrar vikur runt tað.

39 ára gamli Fróði Benjaminsen hevur umboðað barndómsfelagi B68 umframt havnarfeløgini B36 og HB. Eisini hevur hann spælt 90 A-landsdystir. Bæði á landsliðnum og í øllum feløgunum hevur hann verið liðskipari okkurt tíðarskeið. Nú vil so tíðin vísa, um tað verður í HB, Víkingi ella kanska onkrum øðrum felagi, at Fróði fer at spæla í ár. Ein triði møguleiki kundi verið NSÍ, sum kanska manglar styrk til verjukendu plássini. Tá Bárður J. Hansen kom aftur til føroyskan fótbólt var mett at vera mest sannlíkt, at hann fór til antin Víking ella HB, men tá kom NSÍ og fór avstað við honum, heldur óvæntað fyri tey flestu.