Pedagogfelagið hevur sagt upp sáttmálarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tískil fara sáttmálarnir úr gildi 1. oktober.
Pedagogfelagið hevur sagt upp sáttmálarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tískil fara sáttmálarnir úr gildi 1. oktober.
Beint undan vikuskiftinum sendi Føroya Pedagogfelag bræv til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, har sáttmálarnir vórðu sagdir upp og fundartíðir fyri nýggju samráðingum vórðu skotnar upp.
Samstundis boðaði felagð frá, at tað hesaferð ætlar at samráðast við partarnar hvør sær.
“Økini eru so ymisk, at tað í sær sjálvum ger, at lítil meining er í felags samráðingum. Bæði undir seinastu og næstseinastu samráðingum, tá vit samráddust við báðar mótpartarnar í senn, høvdu vit eina fatan av, at vit í ov stóran mun spiltu tíðina hjá hvør øðrum, tí ein partur bara sat og lurtaði, meðan samráðst varð við hin. Tí vilja vit nú samráðast við partarnar hvør sær, tó so, at vit sjálvandi kunnu vera øll saman, tá felags mál eru til umrøðu ”, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag og leggur afturat:
“Fíggjarmálaráðið skal í seinasta enda góðkenna sáttmálan við KAF, so tí er onki endamál í, at ráðið eisini er til staðar, meðan vit samráðast við kommunurnar, og mótsatt er onki endamál við at kommunurnar sita við til samráðingarnar við landið.”
Sáttmálarnir skuldu sigast upp innan 1. juli at fara úr gildi 1.oktober.
Umframt sáttmálarnar ætlar Pedagogfelagð at fáa dagført avtaluna við Fíggjarmálaráðið um arbeðstíðarreglurnar. Felagið vil eisini samráðast um eina tilsvarandi avtalu við KAF, har ongin slík avtala er frammanundan. Tørvur er serliga á at fáa arbeiðstíðarreglur fyri frítíðarskúlar og ungdómshús og samstundis fáa dagført viðbøturnar fyri ólagaliga arbeðstíð.
Samráðingarbólkur
Nevndin í Pedagogfelagnum hevur hesaferð sett ein samráðingarbólk at samráðast í staðin fyri, at øll nevndin situr við samráðingarborðið, sum annars hevur verið vanligt.
“Vit halda ikki, at tað gagnar samráðingunum, um tær draga út ella taka óneyðugt langa tíð, tí so nógv fólk luttekur. Nevndin er tí samd um, at vit skuldu hava eitt minni forum hesaferð, so okkara partur ikki liggur eftir at gera samráðingargongdina smidligari”, sigur Maud Wang Hansen.
Í samráðingarbólkinum sita Maud Wang Hansen, forkvinna, Jógvan Philbrow, næstformaður, og Páll Nielsen, advokatur felagsins.




