Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samráðingarnar um býti av makrelinum verða í London mikudagin

John William Joensen

Eftir at partarnir hava tosað saman í dag er ætlanin at taka upp aftur samráðingarnar í London mikudagin – har bæði býti av Norðhavssild og makrel verður á borðinum sigur føroyski samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson

Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, vátta at partarnir ætla at gera enn eina roynd at finna semju í makrel býtinum.

– Enn er ikki alt avgjørt tí onkur av pørtunum hevur enn nøkur fyrivarni. Allir partar vilja arbeiða fram ímóti at finna eina semju, men um partarnir fara at semjast er ikki til at siga.

Soleiðis málbar royndi føroyski diplomaturin og samráðingarleiðarin seg fyri løtu siðan. 

Tá partarnir skiltust seinast var einans 0,8% millum partarnar.