Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við Heini O. Heinesen: Støðan eigur at vera sum hon var frammanundan

John William Joensen

Tað tykist í løtuni vera eitt sindur ógreitt hvør verður næstformaður í Tjóðveldisflokkinum tá flokkstingið verður í morgin.

Eisini er ógreitt hvussu umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum, sum hevur 6 atkvøður á flokstinginum, fara at atkvøða.
Valið stendur millum Torbjørn og Karsten, men Heini O. Heinesen sigur at hann fer ikki at atkvøða fyri at stríði í flokkinum kemur at halda fram.
Eg meini at teir eiga at finna eina semju soleiðis at støðan verður sum hon var frammanundan at klandur tók seg upp.
Klandrið millum Høgna og Torbjørn kann ikki taka allan flokkin til gíðsla. Hettar er eitt mál millum teir báðar.
Tað kann ikki vera rætt at Torbjørn ella Høgni eigur flokkin, og at vit á flokkstinginum skulu taka dagar millum hvør hevur rætt ella ikki.
– Eg eri ikki fyri at tveita fólk út úr flokkinum, og tí fari eg at mæla til at teir gera eina semju og fyri at fáa semju eigur flokkurin at velja Torbjørn til næstformann.