Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við Magna Jarnskorð, GÍ: Vit stremba altíð eftir fremsta plássinum

John William Joensen

At GÍ er nakað heilt serligt í føroyskum fótbólti hava gøtumenn prógva við m.a. at vinna meistaraheitið fýra ferðir á rað í 90-unum.

Í 80- og 90 árunum var tað nakað heilt serligt at koma til Gøtu at spæla móti GÍ, tí tá vóru tað gøtumenn, sum løgdu støði í føroyskum fótbólti og feløg sum KÍ, HB og B36 komu til Gøtu at meta sína styrki.
Síðani vit fóru inn í nýggju øldina hava úrslitini higartil ikki roynst gøtumonnum væl, men hóast hetta so er einki at taka feil av at gøtumenn bakka ikki fyri nøkrum mótstøðumanni, og tað hava teir heldur onga orsøk til, tí vinnarmentaliteturin liggur djúpt grivin í hesum serliga fólkaslagi.

Magni Jarnskorð
Ein av kendastu fótbóltsúrmælingunum úr Gøtu er Magni Jarnskorð. Í 90 unum var hann við til at vinna seks meistaraheitið og hóast hann nú er 36 ára gamal, er fótbóltsneistin ikki slóknaður

Venja hart
1. deildar hópurin hjá GÍ venur sera nógv. Tá kappingin varð liðug í fjør fingu leikarar frí í tríggjar vikur. Síðani var vænt jóla og um jólini var so steðgur eina viku.
– Undan jólum leiktu vit fýra dystir móti B36 og LÍF og 22. januar skulu vit spæla móti B36 í Gøtu. Sostatt hava vit bara havt frí í fýra vikur síðani kappingin endaði í fjør.
– Í løtuni venja vit fimm ferð um vikuna og eru einir 20-25 mans til hvørja venjing. – Teir sum ætlað at vera partur av 1.deild í ár eru allir við og haldið eg at hetta vísir at menn vilja nakað, og hetta ger tað eisini sera stuttligt at venja.

Ov brádlig útskifting
Í fjør endaði GÍ á 8. plássi og er hetta vánaligasta úrslit, sum GÍ hevur havt síðan felagið fekk umboðan í fremstu deildini í 1980.
– Eg haldið at vit gjørdu ov lítið við at fáa yngri leikarar inn og tí endaði tað við at ov nógvir leikarar løgdu frá sær í senn. Tí hava vit havt tað trupult seinastu árini, men eg haldið at hópurin hjá okkum sær rættuliga spennandi út í ár.
– Poul Ennigarð er farin til ÍF og Adam Paluzek verður ikki við í ár.
– Sámal Joensen er aftur farin at venja og umframt hann hava vit fingið málverjan Meinhard Joensen (úr KÍ),  Sam Jacobsen (GÍ unglingi) og Hans Jørgen Djurhuus (úr AB).
– Sjálvur eri eg 36 ár og Sámal 30, men restin liggur niðanfyri 25 ár, so eg haldið at vit hava eitt spennandi lið.
Magni er GÍ-ari
Hóast Magni verður roknaður millum fremstu føroysku leikararnar, so hevur GÍ-hetjan ongantíð stremba eftir at leika við øðrum felag.
– Í dag eru so nógv tilboð til yngru leikararnar og tí er tað vanligt at leikarar skifta felag, men sjálvur havi eg ongantíð stremba eftir øðrum enn at leikt fyri GÍ og Føroyar.
– Vit vunnu jú heili fýra meistaraheiti á rað og tí haldi eg at avbjóðingarnar í mínari tíð hava verið stórstar í hópinum hjá GÍ.
Eg var tó eitt ár í Slagelse meðan konan fekk sær útbúgving, men so skjótt vit komu aftur var tað sjálvsagt at eg aftur umboðaði gul/bláu litirnar hjá GÍ.

Nógvar upplivingar
Spurdur um nakra serliga hending úr minninum sigur Magni at sjálvandi stendur sigurin í Landskrona móti Eysturríki fastur í minninum.
– Men tá vit miðskeiðis í 90 unum vunnu meistaraheitið í Klaksvík, við at leika javnt 1-1 móti KÍ telist eisini millum minnuligastu løturnar.
– Eg minnist at sera nógv fólk var til dystin í Klaksvík og KÍ var á odda 1-0 stórsta partin av dystinum, men í seinastu minuttunum eydnaðist Henning at fáa bóltin í netið og eg minnist hvussu áskoðarar runnu úr øllum ættum inn á vøllin.

(Red: Undirritaði var málverji hjá KÍ henda dagin og minnist hvussu skuffaðir vit vóru tá tað eydnaðist GÍ at javna. Men hetta javnaði seg skjótt tá eg fór til arbeiðis á Estra í Syðrugøtu dagin eftir. Per Gregersen, sáli, kom tá við einari stjórari papeskju av røstum síðum, sum takk fyri avgerandi málið, sum hann meinti at klaksvíkingar høvdu givið gøtumonnum, so HB ikki skuldi vinna meistaraheitið. Sjálvandi halda vit nógv av GÍ men í dystinum vóru teir okkara mótstøðumenn og tí høvdu vit leikarar tað alt annað enn gott tá GÍ megnaði at javna. Eg minnist enntá at hava spent bein fyri einum av viðhaldsfólkunum hjá GÍ sum í offarakæti fór spelandi fram við KÍ málverjanum. Hettar vísti seg at vera Jørgen Evald (stadionspeekarin hjá GÍ) sum bóltaði rút nakrar ferðir – nakað sum eg ongantíð síðani havi sæð hann gjørt, – hugdi síðani forfjónaður upp áðrenn hann helt leiðina fram aftaná mannamúgvuni sum bar Henning í gullstóli, hóast dómarin enn ikki hevði floyta dystin av.)

– Tað ferðin var stórur spenningur um meistarahetið til seinasta bríksl, og tí stendur tann dysturin fastur í minninum hjá okkum í Gøtu.

Stremba eftir 1. plássið
Spurdur um hvørji mál teir í Gøtu seta sær, er Magni skjótur at svarað.
– Vit í Gøtu stremba altíð eftir einum fyrsta plássi, men sjálvandi skal ein vera realist tí í løtuni meti eg at HB og B36 hava sterkastu liðini.
Magni sigur at hóast úrslitini seinastu árini ikki hava verið góð hjá GÍ, so er undirtøkan millum manna ikki minkað.
– Vit hava ikki so nógv annað enn fótbólt í Gøtu, og tí er undirtøkan sera stór. Tað verður lítið og einkið annað tosað enn um fótbólt.

John William

GÍ-hópurin 2005
Á heimasíðuni hjá GÍ (www.gigotu.fo)
verður sagt frá at hesir 22 mannað
1.deildarhópin í løtuni:
Meinhard Joensen,
Pól Henning Jacobsen,
Jónreid Dalheim,
Súni Olsen,
Magni Jarnskor,
Hans Jørgin Djurhuus,
Áslakkur Petersen,
Hans Pauli Petersen,
Krzysztof Popczynski,
Sámal Joensen,
Símin Louis Jacobsen,
Sam Jacobsen,
Atli Gregersen,
Per Jacobsen,
Pól Andrias Jacobsen,
Mortan Joensen,
Kaj Ennigarð,
Páll Rói Poulsen,
Poul Arni Jacobsen,
Bjarni Justinussen,
Hanus Jacobsen,
Benjamin Hansen.