Samrøðubólkarnir, sum byrja 24. februar, eru ætlaðir børnum og ungum, hvørs foreldur ikki liva saman. Kanningar úr londunum kring okkum vísa, at børn, ið hava luttikið í samrøðubólkum, eru minni stúrin, megna betur avbjóðingar og fáa eina meira jaliga sjálvsmynd.
Samrøðubólkarnir hava m.a. til endamáls at geva børnum, hvørs foreldur ikki liva saman, høvi at tosa við onnur børn, sum eru í somu støðu og kunnu hava upplivað nógv av tí sama. Børnini fáa møguleika at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum og tilveruni aftan á skilnaðin.
Tað er ókeypis at vera við í samrøðubólki og øll børn og ung (frá umleið 8 til 18 ár), hvørs foreldur ikki liva saman, kunnu luttaka.
Bólkarnir møtast síðani seks ferðir annan hvønn hósdag eftir hesi ætlan:
7-10 ár kl. 14.30 til 16.00
11-15 ár og eldri kl. 12.30-14.00
Um hetta vekir tín áhuga, so kanst tú lesa meira um tilboðið við at trýsta her, har tilmeldingin eisini fer fram.
Freistin er 15. februar 2022.



