Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samskiftið er broytt: SMS doyr spakuliga

Danial Viðoy

Morgunfakta: Tey seinastu fimm árini er samskiftið broytt frá teimum meira ”vanligu” miðlapallunum sum sms og vanligum telefonsamrøðum til teir sosialu miðlarnar. Broytingin er ógvuslig.

Morgunfakta: Tey seinastu fimm árini er samskiftið broytt frá teimum meira ”vanligu” miðlapallunum sum sms og vanligum telefonsamrøðum til teir sosialu miðlarnar. Broytingin er ógvuslig.

Danmark: Niðanfyri síggjast úrslit frá eini kanning, sum DREAM hevur gjørt av donskum ungdómum. Tølini eru grundað á eina umboðandi kanning av 2500 ungum millum 13 og 25 ár:

2010

Senda sms: 86 prosent.

Vera á sosialum miðli (t.d. Facebook): 74 prosent.

Sjónvarp: 68 prosent.

Snakka í telefon: 54 prosent.

Brúka skúlaheimasíður: 47 prosent.

Kjatta á sosialum miðli (t.d. Facebook): 45 prosent.

Skriva ella lesa teldupost: 43 prosent.

Lurta eftir útvarpi: 38 prosent.

Kjatta á einum tráði (t.d. MSN): 36 prosent.

Leita eftir upplýsingum á heimasíðum í frítíðini: 33 prosent.

2014

Vera á sosialum miðli (t.d. Facebook): 88 prosent.

Kjatta (t.d. Snapchat): 78 prosent.

Senda SMS: 73 prosent.

Brúka skúlaheimasíður: 47 prosent.

Sjónvarp, allir miðlapallar við: 47 prosent.

Snakka í telefon: 43 prosent.

Brúka tekstviðgerðarforrit (Word, Google Docs): 41 prosent.

Leita eftir upplýsingum á heimasíðum í frítíðini: 37 prosent.

Taka myndir ella kykmyndir: 32 prosent.

Lurta eftir útvarpi: 27 prosent.

Sosiala miðlasamskiftið í Føroyum er eisini broytandi. Undirritaði væntar, at tølini í Føroyum minna eitt sindur um omanfyrinevndu. Áhugavert hevði verið at kanna hesa gongdina millum føroyskar ungdómar.

Harleywoodpaint