Brennur tú fyri samskifti og miðlan, og hevur tú eyga fyri tí estetiska í máli og búna? Hevur tú virðing fyri fólkaræðinum og skil fyri politiskum og fyrisitingarligum samskifti, og kundi tú hugsað tær at verið partur av einum framtakshugaðum arbeiðsplássi og at taka eitt tak fyri at menna samskiftið millum kommununa og borgarar og kommununa og vinnulívið, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.
Starvskarmar og -innihald
Samskiftisfólkið skal hava ábyrgd av, at útvenda samskiftið hjá Klaksvíkar kommunu er á fakliga dyggum støði og lýkur krøv til nútíðar samskiftishættir.
Samskiftisfólkið hevur ábyrgd av, at samleikin hjá Klaksvíkar kommunu er týðiligur og professionellur í øllum samskiftisvirksemi okkara, skal stuðla stjórn kommununnar í at menna samskifti í øllum fyrisitingarliðum, og skal tryggja, at samskifti verður ein sjálvsagdur partur av fyrisitingarmentanini hjá starvsfólkunum í kommununi.
Samskiftisfólkið skal góðskutryggja innihald í skrivaðum og talaðum samskifti, skriva ella fáa til vega tíðindi, greinar og røður, og samskipa størri samskiftisuppgávur, lýsingarátøk v.m. hjá kommununi.
Setanarviðurskifti
Starvið sum samskiftisfólk er skipað á stjórnarskrivstovuni undir kommunustjóranum.
Starvið er fulla tíð og flokkað sambært sáttmála millum Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya ella sambært øðrum viðkomandi sáttmála.
Samskiftisfólkið skal fyri ein part vera tøkt til at arbeiða skiftandi og ólagaligar arbeiðstíðir, viðhvørt við stuttum skotbrái.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.
Upplýsingar um starvið
Krøv um førleikar, starvsøkið, týdningarmestu uppgávurnar hjá samskiftisfólkinum og setanartilgongdin eru lýst greiniligari í starvs- og persónsprofilinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu www.klaksvik.fo. Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar viðkomandi upplýsingar um Klaksvíkar kommunu.
Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú eisini vælkomin at seta seg í samband við: Ingibjørg Berg, Metis, tlf. 213080.
Umsókn
Umsókn við cv og prógvum skal sendast ráðgevingarfyritøkuni Metis á teldupostadressu: ingibjorg@metis.fo
Freistin at søkja er 20. apríl 2017 kl. 12:00.
Viðmerk ”zsamskiftisfólk“ á umsóknina.




