Samskip, sum er Íslendskt flutningsfelag, hevði í seinastu viku móttøku í Skálanum, í samband við at felagið er fari undir sigling úr Reyðafirði í Íslandi, Klaksvík og Immingham í Bretlandi.
Týskvøldið 23. mars var fyrsta skipið var á Klaksvík. Tað var BBC Sweden, sum legði at á vestursíðuni við tómum kontainarum. Heini á Borg frá Strandferðsluni sigur við Norðlýsið, at tað er Strandferðslan sum tekur sær av skipaavgreiðsluni hjá Samskip í Føroyum. Ætlanin er, at Samskip skal sigla á Klaksvík 14. hvønn dag við og eftir frakt.
Skipið, sum var á Klaksvík er ikki tað skipið, ið Samskip ætlar til føroyasiglingina, hetta skipið var bert leigað til at føra tómar kontainarar, soleiðis at uppstarturin av rutuni kundi byrjað.
Í næstum verður ein sølumaður settur hjá Samskip at útvega felagnum part av fraktmarknaðinum í Føroyum.
Í samband við at nýggja rutan var sett á stovn bjóðaði Samskip inn til móttøku í skálanum.
Norðlýsið var framvið við myndatólinum.




