Lýst verður í hesum døgum í bløðunum eftir samskipara til Amnesty International í Føroyum
Stórar broytingar eru framdar í Amnesty seinnu árini. Grundarlagið, sum fyrr varð kallað mandatið, er víðkað og broytt og verður í dag samanfatað í visiónini og missiónini hjá felagsskapinum. Útfrá hesum er orðað ein strategisk ætlan fyri arbeiðið hjá felagsskapinum í 6 ár. Allar deildir skulu við støði í hesi ætlan gera eina ætlan fyri teirra egna virksemi.
Tað er ein stór og tung uppgáva at umskipa arbeiðið og leggja eina strategiska ætlan, og hetta kann ikki gerast í okkara deild uttan ein serligan innsats. Vit fara tí undir eina verkætlan, fyribils í eitt ár. Til hetta arbeiðið skulu vit hava samskipara, sum saman við nevndini skal skipa Amnesty International Føroya Deild av nýggjum. Starvið er fulltíðarstarv og verður ætlandi sett frá 1. januar 2005 ella skjótast til ber.
Uppgávur
Høvuðsuppgávan hjá samskiparanum verður at orða strategisku og praktisku ætlanina fyri deildina komandi árini.
Eisini er neyðugt at gróðurseta fyrstu tiltøkini í ætlanini. Hetta skal gerast í neyvum samstarvi við nevndina og dagliga skarivaran. Tað verður eisini ein uppgáva at fáa limirnar við í arbeiðið í tann mun teir eru áhugaðir í tí.
Nakrar av ítøkiligu uppgávunum eru at økja um og tryggja inntøkugrundarlagið, at skipa limavirksemið av nýggjum og at hava skeið fyri limum og øðrum áhugaðum um Amnesty, arbeiðshættir og mannarættindaspurningar.
Samskiparin fær høvi til at vitja Amnesty í London og eina ella tvær Amnesty deildir, sum vit samskifta nógv við, fyri at kunna seg við, hvussu gjørt verður aðra staðni. 12.-21. august 2005 verður altjóða aðalfundur í Meksiko, har samskiparin skal luttaka saman við tveimum øðrum føroyskum umboðum.
Í summar er ætlanin, at umboð fyri norðurlendsku Amnesty deildirnar skulu hittast í Føroyum at fyrireika luttøkuna til altjóða aðalfundin. Her fær samskiparin eisini ein virknan lut.
Førleikakrøv
Vit leita eftir eini eldsál, sum brennir fyri at gera ein innsats á mannarættindaøkinum. Tað er ikki eitt krav at samskiparin er limur í Amnesty nú, men tað er fyri okkum ein sjálvfylgja at viðkomandi gongur fult inn fyri virðisgrundarlagnum hjá okkum. Umframt hetta er neyðugt við góðum samskipingar- og samstarvsevnum. Vit rokna við at seta eitt fólk við útbúgving, hóskandi til uppgávurnar, helst við skrivstovuroyndum eisini. Royndir frá øðrum felagsarbeiði eru sera vælkomnar, jú breiðari netverk, tess betri.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu, sum kann gerast útfrá royndum og førleikum. Starvið, sum er
fulltíðarstarv, er tíðaravmarkað til eitt ár, við møguleika fyri leinging í eitt ár afturat. Starvsstaðurin er
á skrivstovuni hjá okkum á Tinghúsvegi, saman við dagliga skrivaranum, sum arbeiðir 12 tímar um vikuna. Nakað
av ferðing uttanlands verður eisini.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Sølvará, forkvinnu, á tel 320636 ella teldupost
chair@amnesty.fo
Umsóknir við grundgevingum, prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Amnesty í seinasta lagi 17.
desember 2004.
Amnesty International Føroya Deild
Postrúm 1075
FO-110 Tórshavn
att. Annika Sølvará
við Amnesty kvøðu
Annika Sølvará, forkvinna
chair@amnesty.fo
Um tú ikki longri ynskir at fáa tíðindabræv okkara, kanst tú melda frá við at trýsta á hesa slóðina:
http://www.amnesty.fo/list/default.asp?uid=20030206001507




