Gestirnir vóru sera væl nøgdir og afturmeldingarnar hava verið sera positivar, sigur Símun Gullaksen, sum var samskipari vegna Grafia – Gamla Seglhúsið, sum leygardagin skipaði fyri ráðstevnuni um landbúnað.
Nógv fólk var í Ósáskúlanum gjøgnum dagin og gestirnir fingu eina breiða vitan um føroyskan landbúnað í 2014 frá ymiskum síðum. Símun Gullaksen var samskipari vegna Grafia – Gamla Seglhúsið, og hann var væl nøgdur við dagin.
– Undirtøkan var so mikið góð og positiv, at avgjørt er, at landbúnaðar ráðstevnan verður so avgjørt aftur í januar 2015. Mett verður, at hetta er eitt sera viðkomandi evni og nú verður so farið í gongd við at menna hetta konsept, og at føroyskur landbúnaður kann fáa eitt alternativt forum at samlast um. Eisini er umráðandi at fylgja upp og fylgja við gongdini á teim ymsu økjunum, sigur ein væl nøgdur Símun Gullaksen við nordlysid.fo.




