Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samson á síni fyrstu uppgávu

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – MEST: Í samband við, at týska ferðamannaskipið “Mein Schiff 4” kom á Havnina í mjørkanum í morgun fekk nýggi sleiparin hjá MEST “Samson” sína fyrstu uppgávu.

“Mein Schiff 4” er eitt av teimum stóru ferðamannaskipunum við eini vekt uppá 99.500 bruttoregistar tons, eini longd uppá 293 metrar og eini breidd uppá 35 metrar.

Nýggi sleiparin hjá MEST, sum hevur munandi størri togmegi enn verandi sleiparar í landinum, kann nøkta tørvin hjá størri skipum. Togmegin á nýggja sleiparanum er umleið tríggjar ferð togmegina á verandi sleiparum í Føroyum – umleið 40 tons.

Vinnan hevur leingi ynskt eina slíka tænastu – júst fyri at nøkta tørvin hjá størri skipum og til aðrar avbjóðandi uppgávur.