Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samson M/s norðuri við Jan Mayen eftir norskum sleipibáti

Jóhann Lützen

Fríggjakvøldið 18 juli setti Samson M/s hjá skipasmiðjuni MEST kósina longu ferðina norður til Jan Mayen eftir norska sleipibátinum Stadt Florø M/s sum hevði fingið enda um skrúvuna

 

Ferðin norður gekk sera væl og vóru teir frammi hjá sleiparanum kl 02 mánamorgunin. Aftaná at sett varð fast, varð kósin sett aftur á Havnina, har teir væntast at vera seint hóskvøldið.

Teir hava verið sera hepnir við veðrinum og gongur tað væl at sleipa. Hava eina sleipiferð heim á 6 míl.