segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu millum annað, tá hann setti Búnaðarstevnuna fyrrpartin.
Vit prenta røðuna niðanfyri:
Góðan morgun, øll somul og vælkomin til Klaksvíkar.
Tey seinastu árini hevur føroyski landbúnaðurin verið í stórari menning og vøkstri.
Eg haldi ikki tað er ov nógv sagt, tá ið eg sigi, at vit sagtans kunnu vera errin av menningini, sum er farin fram.
Tí tað er júst nýhugsanin innan landbúnaðin, saman við djørvum íverksetum, sum hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið.
***
Fyri bara fáum árum síðani, so var ikki hugsingur um at grønmeti og annað sum t.d. røtur og eplir, skuldi fara og blíva ein vinnuvegur í Føroyum.
Velting hevur kanska í størri mun verið til egið brúk, og tey sum høvdu nokk góvu kanska familju og øðrum burturav.
Soleiðis er tað tíbetur framvegis, men somuleiðis eru tað fleiri, sum seinastu árini hava havt dirvið og hugflog til at hugsað, at annað líknandi tilfeingi eisini kann gagnnýtast í nógv størri mun, enn tað hevur verið gjørt áður.
***
Mundi nakar trúð, at Baccalao fór at vera karmur um eitt drívhús, har eitt nýmótans skateboardøki varð nærmasti grannin?
Ella, at eldsálir á Sandoynni skuldu menna eitt virki, sum um summarið hevur dyrkað fleiri enn 20 ymsik sløg av fruktum og grønmeti?
Og ikki nokk við tí, tí harumframt er settur á stovn ein mat- og moldmentanarháskúli, har júst landbúnaður er í fokus.
Tað er onki at ivast í, at ynskið og viljin til at mennast og gerast betri, er blivin ein nátúrligur partur av teimum, sum fáast við vørumenning av ráðvørum, sum verða framleiddar í Føroyum.
Og tað er at fegnast um, tí ofta verður tikið til, at vit ikki kenna góðskuna av okkara egna tilfeingi fyrr enn onnur vísa okkum á hetta.
Hvør hevur ikki verið á eini uttanlandsferð, har hugsa hevur verið: “Hví gera vit ikki soleiðis í Føroyum”? ella “Hatta hevði eg eisini dugað”.
Men tað vísir seg soleiðis, at nøkur mugu slóða fyri.
Vit eiga tí at rósa teimum, sum hava dirvið at menna átøk, vørur og loysnir, sum onga trygd hava fyri, at tað eydnast.
Og vit eiga at rósa teimum enn meira, um uppgávan misseydnast, tí eg eri sannførdur um, at um hugskotið verður ment við virðing fyri tí, sum okkara forfedrar hava givið okkum at eiga og umsita, so verður úrslitið gott.
Eitt dømi um hetta eru rabarburnar á Kalsoynni, sum eru blivnar til rabarbusaft, sum fólk nærum standa á bíðilista at fáa fatur á.
Skynsom innovatión gevur nevniliga øðrum fólkum í nærumhvørvinum mót uppá at menna aðrar vørur, ja, enntá opna eina kaffibúð, sum kann gerast eitt samlingsstað fyri tey vitjandi í Kalsoynni, og harvið samantvinna fleiri vinnugreinar.
Men sum við øllum øðrum lívsins viðurskiftum, so er trupult at klára nakað einsamallur.
Vaksandi møguleikarnir og økti áhugin fyri okkara vakra oyggjasamfelagi gevur sjálvsagt eisini avbjóðingar, og tí hevur tað týdning, at útgangsstøði til vørumenning, átøk og framleiðslu tekur støði í siðvenjum og føroyskari mentan sum heild, soleiðis at vit ikki missa okkum burtur í ynskjum og krøvum frá umheiminum.
Men siðvenjurnar eru nógvar og ymiskar, og tískil ber lítið á mál, um samstarv ikki gerst lyklaorðið í innovatiónini.
Tí eri eg sannførdur um, at júst samstarv kann tryggja okkum heiðursplássið á gastronomiska heimskortinum í nógv ár fram.
Og tað er eisini galdandi fyri okkum, tí um James Bond leggur fleiri minuttir eftir seg á Kalsoynni, so verður stóri fólkastreymurin til Kalsoynna ikki nakað vit klára at loysa sjálvi
Eg vil tó siga, at vit ikki eru langt av leið, tí samstarv og vitanardeiling er grundarsteinurin undir júst Búnaðarstevnuni.
Fantastiskt inititativ, sum vit eru stolt av at húsa her í Klaksvík.
Stóra takk fyri, tit fyriskiparar og øll tit, sum leggja fram og líða á.
Hervið er Búnaðarstevnan 2020 í Klaksvík sett.
Takk fyri.



