Fyri lítlari løtu samtykti ein stórur meiriluti av tingmonnum uppskotið um fast samband millum Sandoy og Streymoy við triðju og seinastu viðgerð í tinginum
Kári P. Højgaard og Tórbjørn Jacobsen vildu hava málið aftur í nevnd – men tað uppskotið fall.
So var endaliga atkvøðugreiðslan í málinum og tá fall ein tinglimur frá – men málið var samtykt við stórum meiriluta.
23 tinglimir atkvøddu fyri.
3 tinglimir atkvøddu ímóti.
Tríggjar atkvøður vóru blankar.
Undir 2. viðgerð vóru 24 atkvøður fyri.




