Bill Justinussen, úr Miðflokkinum, ferð at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrinum um ein privatan Skálafjarðartunnil og orsøkin er at Sandoyartunnilin er alneyðugur um ikki Sandoyggin skal doyggja út. Ein almenn loysn krevur at vit binda landskassan til eina íløgu sum er omanfyri tvær milliardir – við einari løgtingslóg – og tað er neyvan skilagott. Tí er heldur ikki meiriluti í løgtinginum fyri aðrari loysn enn tí sum landsstýrið mælir til.
Bill Justinussen, úr Miðflokkinum, ferð at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrinum um ein privatan Skálafjarðartunnil og orsøkin er at Sandoyartunnilin er alneyðugur um ikki Sandoyggin skal doyggja út. Ein almenn loysn krevur at vit binda landskassan til eina íløgu sum er omanfyri tvær milliardir – við einari løgtingslóg – og tað er neyvan skilagott. Tí er heldur ikki meiriluti í løgtinginum fyri aðrari loysn enn tí sum landsstýrið mælir til.
Í samband við ætlanirnar hjá landsstýrinum at loyva privatum at byggja Skálafjarðartunnil og samstundis fara í holt við at byggja ein almennan Sandoyartunnil er harðligt orðaskifti í og uttan fyri løgtingið um hvør er besta loysnin. Formaðurin í Miðflokkinum sigur seg fara at atkvøða ímóti ætlanum hjá Landsstýrinum, men Bill Justinussen sigur at hann stuðlar uppskotinum hjá Landsstýrinum.
––Tá vit tosað landsbúskaparliga er eingin ivi um at besta loysnin hevði verið at tað almenna bygdi og rindaði fyri ein Skálafjarðartunnil og ikki bygdi ein Sandoyartunnil. Tá hevði prísurin fyri at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnil verði einar 30-40 krónur, men skal tað almenna eisini byggja Sandoyartunnli verður prísurin at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnilin omanfyri 100 krónur og fyrimunurin við einari almennari loysn burtur. Poul Michelsen hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið sum eg haldi verða einasta uppskotið sum eg kundi atkvøtt fyri. Hann mælir til at ein almennur Skálafjarðatunnil verður bygdur uttan ein Sandoyartunnil.Men eg má undirstrika at hetta er at gera Sandoyingum órætt tí verður Sandoyartunnilin ikki bygdur doyr Sandoyggin út.
Meiriluti í løgtinginum
Kaj Leo hevur í samrøðu við Norðlýsið gjørt greitt at tað verður ikki við honum sum løgmanni at landskassin skal veðhalda fyri at byggja tvær so stórar verkætlanir sum Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin og sum skilst eru flestu tinglimir samdir um at skulu báðir tunlarnir byggjast er einki alternativ til uppskotið hjá Landsstýrinum.
––Tað eru 16 samgongulimir sum stuðla uppskotinum hjá Landsstýrinum og tað er nóg mikið til at fella øll onnur uppskot og tá so atkvøðast skal um uppskotið hjá landsstýrinum verður vantandi stórur meiriluti fyri, sigur Bill Justinussen at enda.
Eftirspæl vantandi
Verður uppskotið hjá Landsstýrinum ikki samtykt er rættiliga sannlíkt at Kári P. Højgaard leggur frá sær sum landsstýrismaður. Men um uppskotið hjá Landsstýrinum verður samtykt við einans 16 samgongulimum og fýra andstøðulimum so verður vantandi eitt eftirspæl í samgonguni – og serliga í Sambandsflokkinum har sjálvur fíggjarnevndarformaður flokksins er ímóti og vantandi ferð at atkvøða í móti uppskotinum hjá Landsstýrinum í løgtinginum.




