– Teir í KÍ áttu at verið flovir av at gera soleiðis, heldur B71 leikari eftir stórtapið hjá B71 í Klaksvík móti einum vælmannaðum KÍ liði.
– Teir í KÍ áttu at verið flovir av at gera soleiðis, heldur B71 leikari eftir stórtapið hjá B71 í Klaksvík móti einum vælmannaðum KÍ liði.
In.fo hitti B71 leikaran Høgna Midjord eftir 1.deildardystin í Klaksvík, har KÍ vann 6-0 móti B71.
– KÍ boðar frá á Norðlýsinum, at teir fara at stilla upp við einum sterkum liði. Eg veit ikki, um teir eru stoltir av tí, at KÍ kann stilla við einum so sterkum 1.deildarliði. Eg haldi heldur at tað burdi verið øvugt, at man var eitt sindur flovur av tí. Tað er skuffandi, at man velur at senda 10 sáttmála leikarar niður í næstbestu deildina.
– Teir spældu okkum niður allan vegin ígjøgnum. Teir eru væl betri enn vit, bæði fysiskt og tekniskt, segði Høgni Midjord m.a.
Hoyr alla samrøðuna her.
Reglugerðin hjá FSF sigur, at leikarar sum eru 21 ár ella yngri altíð kunnu skifta millum deildir. Og afturat hesum hevði KÍ onkrar eldri leikarar, sum ikki spældu við Effoliðnum seinast og sostatt høvdu loyvið at spæla hesaferð.




