Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyingar og suðuroyingar eiga eisini rættin til landið

John William Joensen

Tað var sjokerandi at hoyra búskaparfrøðing í útvarpinum tosað um at kanna produktivitetin hjá Sandoyingum – áðrenn ein tók støðu til um hesin parturin av landinum skuldi fáa fast samband??

Forkvinnan í Demokratia var eisini sitera fyri at siga at íløgur í undirstøðikervið í landinum – var mannfólkapolitikkur???

Eg má siga sum er at tað er væl líka nógv kvinnurnar, sum mannfólkini í hesum landinum, sum gera brúk og fáa gleði av undirsjóartunnlunum. Tey bleytu virðini – stór trívast – við einum útbygdum undirstøðiskervi – fólk kunnu jú búgva og arbeiða í ymiskum partum av landinum.

Hinvegin er tað kent at tær kvinnurnar, sum hava verið í føroyskum politikki hava verið meira enn hálvkaldar yvir fyri undirsjóartunnlinum – og tað var m.a. ein kvinna – sum undirstrikaði at vit bert skuldu byggja Norðoyatunnilin – um vit høvdu ráð???
– Eg fegnist hvønn dag um at hon ikki fekk avgerandi orði í hesum málinum!

Eg haldi tað vera ein órættur móti kvinnum – tá sagt verður at tær ikki eru talsfólk fyri tunnlar og útbygging av undirstøðukervinum – tí í kjakinum um undirsjóartunnil til Sandoyar hava júst  ein eyðsýnd kvinna staði á odda og víst á gongdar leiðir fyri framburði her á landi.

Sandoyar-Suðuroyartunnilin skal metast ájavnt við skúla- og heilsuverk
Skúlar og Heilsuverk standa í dag fyri størsta partinum av fíggjarlógini hjá løgtinginum og veruleikin er at fleiri peningur til hesi økið er ikki einstýðandi við at vit sum borgarar fáa betri tænastu – hóast tað eisini hevur alstóran týdning at hesi økið framhaldandi vera dagførd.

Men ein tunnil til Sandoynna og víðari til Suðuroynna er ein partur av tí menning, sum hetta oyggjafelag støðugt eigur at vera í.

Suðuroyingar hava eisini rætt til at vera partur av tí menning sum restin av landinum hevur sæð – tað skylda vit okkum sjálvum.

Uppgávan hjá politikarum er tó altið ein raðfesting og sum eg kann lesa orðaskiftið í løtuni – so eru flestu politikarar fyri einum tunnli til Sandoyar – spurningurin er bara nær!

Tá løgtingið viðgjørdi verkætlanina til Vágatunnilin avgjørdi Klaksvíkar Býráð ikki at trýsta politiskt ein Norðoyatunnil ígjøgnum – júst tí ein metti tað hevði størri týdning av báðar verkætlnairnar fingu tað tíð tær skuldu hava fyri at blíva førdar út í lívið.

Her kundi eg hugsað mær at Sandoyar tingmennirnir vóru meira at sær komnir og ikki settu alt uppá eitt breytt.

Eg ivist onga løtu í at politiska skipanin dugur at síggja tørvin á einum Sandoyartunnli – men í løtuni er umráðandi at fáa eina avtalu um nær og hvussu hann skal fremjast.

John William Joensen
formaður í Norðoya Sambandsfelag