Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sandshavið góðan túr á Føroya Banka

Jóhann Lützen

Teir hava góð 133.000 pund á fimm setum har mesti parturin er hýsa

Á telefonsølulistanum hjá Fiskamarknaði Føroya sæst, at Sandshavið hevur gjørt ein góðan túr á Føroya Banka.

Tað var Norðlýsið, ið bar tíðindini fyrst, at Sandshavið hevði fingið royndarloyvi frá Havstovuni at royna á Føroya Banka. 

Teir fóru út týsdagin í seinastu viku og seldu á telefonsøluni í morgun.

Av teimum góðu 133.000 pundunum eru 80.000 pund hýsa, 24.000 pund av longu og 20.000 pund av skøtu. Nærum ongin toskur.