Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sang- og bíbliuferð við Norrønu

Tíðindaskriv

Aftur í ár ger Smyril Line eina sang- og bíbliuferð við Norrønu. Tey tvey undanfarnu árini hava ferðirnar verið til Ástjørnar og Akureyrar i Íslandi við góðari luttøku. Í ár verður farið til Hirtshals. Martin Dam Joensen frá Smyril Line og Poul Jóhan Djurhuus verða ferðaleiðarar.

Eitt ógloymandi vikuskifti

Aftur í ár ger Smyril Line eina sang- og bíbliuferð við Norrønu. Tey tvey undanfarnu árini hava ferðirnar verið til Ástjørnar og Akureyrar i Íslandi við góðari luttøku. Í ár verður farið til Hirtshals. Martin Dam Joensen frá Smyril Line og Poul Jóhan Djurhuus verða ferðaleiðarar.

Á ferðini niður og heim verða fleiri sangløtur, har harmonikuliði, undir leiðslu av Dia Hvannastein, kemur at spæla til kristiliga felagssangin umborð á Norrønu hetta vikuskifti. Hetta eru spælarar, sum eru kendir á kristiligum sangfundum kring landi.

Eisini verða bíbliutímar meðan siglt verður.

Farið verður av Havnini hóskvøldið 02. mai kl.21.00 og komið verður til Hirtshals leygarmorgunin 04. mai kl.10.00. Farið verður úr Hirtshals seinnapartin kl.15.00 og tað verður komið afur á Havnina mánamorgun 06. Mai kl.05.00

Í Hirtshals verður vitjað á Malta, har harmonikuliðið kemur at hava eina føroyska sangløtu. Føroyskar plakatir verða settar upp ymsastaðni í Hirtshals, tí føroyingar í býnum verða bodnir við til sangløtuna á Malta. Eftir sangløtuna verður bjóðað til drekka, og tá liðugt er á Malta er høvið at fara túr í gongugøtuna. Smyril Line skipar fyri ókeypis bussflutningi millum Norrønu og Malta.

Unn tær sjálvum eitt annarleiðis vikuskifti, har tú er saman við øðrum í gevandi og hugnaligari samveru við sangi og bíbliuundirvísing. Her hevur tú møguleika at uppliva bæði nýggja salin hjá Malta og Hirtshals bý, sum er ein sera hugnaligur ferju- og fiskivinnubýur.

Talan er um ein sera bíligan vikuskiftistúr, einans 1.390,00 krónur.Tá er íroknað tríggir morgunmatar á Norrønabufféini og ein dagsins rættur á kaféini.

Um tú ynskir at vita meir, ert tú vælkomin at ringja til Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar á telefon 228314.

Tilmelding hjá Poul Jóhan Djurhuus tlf. 228314 ella Smyril Line tlf. 345900

Hósdagur 02. Mai

21.00 Fráferð úr Tórshavn

Kl. 21.30 Kunning um túrin og sangløta

Fríggjadagur 03. Mai

Kl. 07.00 – 10.00 Morgunmatar buffé

Kl. 10.00 – 11.45 Bíbliutímar

Kl. 14.00 felagsløta

Kl. 20.00 sangløta

Leygardagur 04. Mai

Kl. 07.00 – 10.00 Morgunmatarbuffé

Kl. 10.00 koma til Hirtshals – bussur koyrir niðan á Malta

Kl. 10.30 sangløta á Malta v/ drekkamunni

Kl. 12.30 møguleiki at fara túr í gongugøtuna

Kl. 14.00 bussur koyrir oman á Norrønu

Kl. 15.00 Fráferð úr Hirtshals

Kl. 16.00 Felagsløta

Kl. 18.00 døgurði í kafeteria

Kl. 20.00 sangløta

Sunnudagur 05. Mai

Kl. 07.00 – 10.00 Morgunmatarbuffé

Kl. 10.00 – 11.45 bíbliutímar

Kl. 14.00 felagsløta

Kl. 20.00 sangløta

Mánadagur 06. Mai

Kl. 05.00 Koma á Havnina