Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangfulgur setur seg at syngja á stabbanum í Spaniastovu

John William Joensen

Seinasta konsertin í røðini “ Ein øðrvísi tónleikaferð í Leikalund” verður 22.nov. kl 16.

Tá setur Eivør Pálsdóttir, ein av okkara bestu “songfuglum”, seg á stabban í Spaniastovu og syngur m.a. sangir av nýggju fløguni Eivør Live, sum kom út á marknaðin í seinastu viku.

Eivør hevur gjørt nógv fyri at uppnáa tann status hon hevur fingið sum tónasmiður- og orðsnillingur. Hennara mongu konsertir í útlondum, seinast í Japan í oktobur, vísa at hon er vorðin ein føroyskur “songfuglur” sum ikki spyr um mørk, tá hon flýgur kring knøttin og flytir mørk. Við síni serstøku rødd og framførslu er hon við til at slóða fyri teimum mongu evnaríku “songfuglunum” sum eru í Føroyum í dag.

Nú Eivør er aftur á klettunum er møguleiki at hoyra hana í hugnaliga umhvørvinum úti í gamla Klaksvíksgarðinum. Har fer Eivør at framføra løg hon sjálv hevur gjørt og løg í hava givið henni íblástur.

Atgongumerkir
Forsølan av atgongumerkjum á kr 200 er byrjað, avmarkað atgongd er til konsertina, so um tú vil hoyra Eivør, ræður um at skunda sær at ringja tlf. 457151 ella støkka inn á gólvi í Leikalund!

Um “tónleikaferðina”
“ Ein øðrvísi tónleikaferð í Leikalund” hevur givið føroyingum høvið at hoyra nærlagdar føroyskar tónleikarar, – í autentiskum umhvørvi – framføra egnan tónleik og tónleik, sum hevur verið íblástur fyri teir, og m.a. vakt áhuga teirra fyri at smíða egin løg og skriva egnar tekstir.

Karmur um konsertirnar er Spaniastova, elsti partur av gamla einahandlinum í Klaksvík frá 1838. Hølið er gott dømið um eldri handverk og byggisnið, sera hugnaligt og vælegnað til akustiskan tónleik.

Harleywoodpaint