Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sangløta í Betesda leygarkvøldið

Norðlýsið

Kom og njót eina sangløtu leygarkvøldið 9. desember kl. 20 í Betesda, Klaksvík, har vit aftaná fáa ein drekkamunn og hugnaliga samveru.

Bárður á Lakjuni syngur 2-3 sangir, og vit fáa eina heilsan frá Niels Paula Nónstein.

John Færø, Dávur Johannesen og fleiri leiða felagssangin.

Eftir sangløtuna verður ein drekkamunnur og høvi til hugnaliga samveru í góðu umstøðunum í Betesda.

Vit vóna at síggja mong og gleða okkum til leygarkvøldið – øll eru hjartaliga vælkomin