Jólini verða sungin inn í Kunoyar kirkju – mikukvøldið 13. des. kl. 19.00
Jólini verða sungin inn í Kunoyar kirkju við luttøku av Kórinum í Christianskirkjuni.
Advents- og jólasálmar verða sungnir, umframt at børn ganga Luciagongd.
Marjun Lómaklett hevur andakt.
Eftir gudstænastuna verður jólahugni í Bygdarhúsinum.
Øll hjartaliga vælkomin!



