Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sannleikin um fiskivinnuna verður lagdur á borðið

Helgi Abrahamsen

Mánakvøldið verður skipað fyri einum sera áhugaverdum fiskivinnukvøldi í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Mánakvøldið verður skipað fyri einum sera áhugaverdum fiskivinnukvøldi íMiðhøllini á Skúlatrøð.

– Passar tað, at einki annað land í heiminum brúkar uppboðssølu av fiskirættindum?

– Eru Føroyar einasta land í heiminum, sum hevur fiskidagaskipan?

– Hvussu gera onnur lond viðvíkjandi útlendskum eigarum?

Spurningarnir eru nógvir og tað sama kann sigast um pástandirnar, ið vit ofta hoyra viðvíkjandi fiskivinnuni. Nógvar meiningar eru um, hvussu fiskivinnan eigur at vera skipað, og vit hoyra ofta, hvussu onnur lond gera. Men ikki alt ið verður sagt um hesi viðurskifti samsvarar við veruleikan.

Hevur kannað allan heimin

Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at kanna, hvørjar skipanir eru galdandi í øðrum londum. Úrslitið av kanningunum hevur hann savnað í eina bók, sum hann fer at greiða frá á einum fiskivinnukvøldi í Miðhøllini á Skúlatrøð, komandi mánakvøld.

Bókin lýsir, hvussu fiskivinnan kring allan heimin er skipað, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.

”Hvat er rætt og hvat er skeivt og hvørjum skal skipanin tæna? Tað eru alt spurningar, ið verða viðgjørdir,” sigur Óli Samró.

Stórt arbeiði liggur aftanfyri

Óli Samró hevur arbeitt í 25 ár sum ráðgevi í nógvum londum, og hetta seinasta hálva árið hevur hann burturav fingist við at skriva bókina ”Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar”.

Fiskivinnukvøldið á Skúlatrøð er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri fiskivinnu. Tiltakið byrjar mánakvøldið klokkan 20 og umframt framløgu, verður eisini boðin ein kaffimunnur afturvið einum práti um tað sum verður lagt fram.