Amerikansku herðdeildirnar vóru í morgun fagnaðar av mannafjøldum í Bagdad, sum tveittu blómur eftir herðmonnunum, meðan tær tóku seg inn í miðbýin í Bagdad
Enska tíðindarásin BBC WORLD vísti í morgun gleðis-myndir frá Bagdad.
Mannamúgvur av Irakum fagnaðu amerikansku soldatunum, meðan teir koyrdu inn í miðbýin í Bagdad.
Ein sannur gleðisrúsur har fólk dansaðu í gøtunum og fyri fyrstu ferð í ára tíggjir kundu fólk alment vísa sína sonnu kenslur fyri fyrrverandi irakiska leiðaranum Sadam Hussain.
Millum mongu myndirnar sum hesa løtuna verða varpaðar úr Bagdad, sást ein eldri maður ganga runt við eini stórari mynd av Sadam og sláa myndin við skógvi sínum, meðan gleðistárini runnu. Fólk skiftust um at spark og sláa myndina.
Støðan er tó kaotisk í løtuni, tí eingin ordansmakt er í Bagdad í løtuni. Amerikansku deildirnar eru enn upptiknar av at berja niður smáar lummar av restunum sum eru eftir av deildunum hjá Sadam Hussain.
Fólk rana í løtuni forsetaborgirnar hjá Sadam, men vónandi verður tað ikki leingi fyrr enn okkurt slag av ordansmakt kemur at virkað tí at ein kann vantað at eftir gleðisrúsin fara Irakar sum í ára tíggjir hava verið undirkúðaði at hevna seg.
Tey sum vilja vitað meir um støðuna í IRAK kunnu leita inn á heimasíðurnar www.cnn.com ella www.bbc.com




