Hon hevur eina kraftmikla rødd og ein kraftmiklan boðskap.
Amerikanska Sarah Kelly, sum nú hevur játta at koma á ársins Fjarðafestival bleiv uppdaga av kenda Toby Mac frá DC Talk, sum ikki ivaðist ynskti at geva hennara tónleik út.
Tvær av hennara útgávum blivu nomineraðar til Grammy Awards í USA.
Hon gevur seg fult út á pallinum bæði tónlistarliga og við boðskapinum.
Sarah hevur uppliva mangt og hvat í lívinum, bæði tá tað klemur til sálarliga og likamliga missnýstlu, so hon hevur nakað uppá hjarta tá ið hon fer á pallin og aftaná stendur ella situr man ikki órørdur.
Hennara tónleikur er á sera høgum støði og kemur hon sjálvandi við tónleikarum.
Ein av hennara sangum kallast “Living Hallelujah”, her er hvat hon sjálv sigur um sangi:
“It’s wanting every attitude, every action, every motive, everything about me to be glorifying to God. I don’t want to be so into the music that I forget to live it. I want the way I’m living my life, the way I treat my husband — I want it to be living hallelujah. I think that is what worshipping in spirit and in truth is. Truth is what you really are. Are we really living what we’re saying? “
Spennandi verður at møta hesi sterku kvinnu á ársins Fjarðafestivali, sum uttan iva verður eitt av hæddarpunktunum á festivalinum.




