Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sárið á Bumshamar skal lekjast aftur

John William Joensen

Heri Hammer, býarverkfrøðingur sigur, at í býráðnum verður stórur dentur
lagdur á, at lekja stóra sárið eftir grótbrotið á Bumshamri.

Tá hildið var uppat við grótbrotinum á Bumshamri á sinni, varð nógv tosað um  hetta ljóta sárið í náttúruni og upp í kjakið komu eisini ymiskar ætlanir
um, hvat hetta stóra økið kundi brúkast til. 

Millum annað fótbóltsvøllur og ídnaðarøki vóru uppi og vendu, sum møguleikar at brúka økið til. 

Tá avgerð var tikin um, at "Buckwald" í Ánunum skuldi latast aftur, bleiv
renovatiónsplássið flutt út á Bumshamar. Síðani hevur verið arbeitt við
hesum renovatiónsplássinum, soleiðis, at hetta helst er eitt tað mest
framkomna renovatiónsplássið í landinum. 

Renovatiónsplássið brúkar nú bert ein lítlan part av stóra grótbrotinum, og
tá kommunan hevur havt stórar trupulleikar at sleppa av við eyr og annað frá útgrevstrum, varð samtykt, at brúka grótbrotið á Bumshamri til hetta tilfar, og longu nú síggjast stórar broytingar. 

Heri Hammer sigur, at sera nógv tilfar er komið frá ymiskum arbeiðum í býnum seinastu tíðina, og so skjótt hevur gingið higartil við tyrvingini, at um verandi gongd heldur áfram, so verður grótbrotið liðugt tyrvt um eini tvey ár. 

Tá er ætlanin at gera tað so snøgt aftur, at nærum onki fer at síggjast til
ljóta sárið, ið hevur verið í náttúruni har í eitt mannaminni. 

Hvussu verður við renovatiónsplássinum, er ongin avgerð tikin um enn, men sum nú er liggur ikki í ætlanunum at flyta renovatiónsplássið, men heldur at snøgga økið til, tá restin er tyrvd, soleiðis at plássið verður ein
natúrligur partur av býnum, sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur at enda

Harleyfacadeacryl