Tað er nú nakað síðani, at Jógvan Tróndheim lat aftur handilin og prentsmiðjuna á Stangavegi. Havi kent Jógvan og haft samskifti við hann í skjótt eitt mannaminni. Nú hann situr í heiminum í nøgdsemi um tað hann náddi meðan styrki var til tað, valdi eg at fara á gátt og fáa eitt lítið prát við hendan merkismann.
Jógvan Tróndheim er føddur í Leirvík, sum nr. 3 av 13 systkjum, tann 14 september í 1928.Hann varð borðin í heim í húsunum við Keldu.
Omma mín var úr Mikladali., uppi í tungu og giftist til Leirvíkar við Jógvani Vitalis. Tey búsettust í Leirvík við Keldu.
Fyrstu tíðina á Selatrað
Tá omma fór til Leirvíkar, hevði hon Lisu við sær. Lisa var ættað úr fuglafirði, men var komin til Mikladals at verða, tí mamma hennara doyði á barsilssong.
Tá Lisa veksur til, giftist hon við Eliseusi til Syðradals. Lisa tekur meg við til Syðradals. Hvør orsøkin er, veit eg ikki rættuliga, men eg haldi ikki at Maria, mamma mín, hevur ikki verið væl fyri tá.
Eg minnist í veruleikanum einki frá teim fyrstu árunum, hvørki frá Leirvík ella av Syðradali, tí longu tá eg eri um trý ára aldur, flyta Lisa og Eliseus til Klaksvíkar. Eliseus er sjómaður og sigldi nógv ár við Dáva úr Gerðum. Millum annað var hann við Ernestinu, tá hon fórst við Selvogsbjørgini, við Ísland.
Sjálvan føðingardagin hjá mær, 14. september í 1931, fluttu vit inn í húsini her á Stangavegi 44, sum Eliseus tá hevði bygt.
Bleiv verandi hjá Lisu og Eliseus
Eg spurdi Jógvan um tað ongantíð kom upp á tal, at hann skuldi flyta aftur til mammu sína í Leirvík.
Nei, sigur Jógvan við einum smíli. Eg hevði tað sera gott her hjá Lisu. Tey bæði Lisa og Eliseus fingu ongantíð nakað barn, so eg var í veruleikanum einkarsonurin. Hinvegin so var eg næstan hvørja feriu í Leirvík og ferðaðist. Tá eg kom til Leirvíkar, tá var eg móttikin sum greivi. “Tá Jógvan beiggi kom”, tá var alt sett upp á stás.
Sum sagt, so áttu Lisa og Eliseus ongi børn, ella skal eg siga, bara meg. Anna við Keldu, dóttir ommu mína og “mamma” mín Lisa vuksu upp saman í Leirvík. Anna gerst við barn. hon, sum seinni giftist við Otto Brimheim í Havn, hevur tá verið nógv burturi og arbeitt, og eg rokni við, at hon hevur ikki vilja lagt seg inn við Keldu ói Leirvík, tí har hava verið so nógv fólk í húsi. Lisa var gestablíð og altíð klár at taka fólk til sín, so Anna lá á barsilssong hjá okkum.
Maud verður fødd
Her inni hjá Lisu og Eliseusi eigur Anna eina dóttir. Eg eri tá um sjey ára aldur. Eg minnist bara hvussu glaður eg var fyri at fáa eina systir. Systir mín, Maud, seinni Heinesen vaks upp her saman við mær til hon fór á studentaskúla í Havn.
Hetta er um tað mundi at eg skal byrja í skúlanum. Eg eri sum sagt føddur 14. september, tí slapp eg ikki í skúla fyrr enn eg næstan var 8 ár. Orsakað av at eg ikki slapp í skúla seks ára gamal, gekk eg hendan veturin í skúla privat hjá Mariu hjá Konradi, sum búði í Víkunum. Maria var gift við Jóhannesi á Nesi, hon var mamma Konrad Joensen, Sigurd Berghamar og Jónu Joensen.
Hvat vit gjørdu í í tímunum hjá Mariu minnist eg ikki so væl, men vit lósu og skrivaðu føroyskt. Tað hevur sjálvandi ikki verið nógv eg havi skriva sum 6 ára gamalur, helst hevur tað verið fagurskrift og so kanska eitt sindur av rokning ella bara at skriva tøl.
Byrjaði í 2. flokki
Tá eg so árið eftir skal í skúla, hildu tey, at eg var so mikið gamal, at eg skuldi í 2. klassa. Eg haldi at eg kann siga, at eg minnist bara gott um skúlatíðina. Um meg sjálvan sum smádrong hava tey sagt mær, at eg var skikkiligur, so veit eg ikki hvussu langt tað røkkur. Men eg minnist at mær dámdi ikki at koma uppí klandur.
Men so haldi eg at eg gekk tvey ár í triðja klassa, hetta helst orsakað av at eg ongantíð hevði gingið í fyrsta. Men úr 3. flytið eg upp í 5. klassa, tí eg skuldi upp til roynd at sleppa í millumskúlan. Tað royndina stóð eg. Síðani gekk eg í I., II., III., IV millum og til seinast í Realskúlan. í 1945 stóð eg so við realskúlaprógvi.
Føroyabók
Eftir summarfríðtíðina, ella nærri, 2. august í 1945 var mín fyrsti arbeiðsdagur á Føroyabók, í kjallaranum hjá Niels á Biskupstøð Har virkið helt til fyrstu árini.
Tað var so, at Eliesar Poulsen og Theodor við Keldu áttu Føroyabók, men teir arbeiddu tó ikki har, Ingolf Gunnarson var stjóri. Tað at Lisa mamma mín og Theodor vóru sum systkin, hevur helst gjørt sítt til, at eg fekk arbeiði á Føroyabók.
Eg hevði annars droymt um at blíva forættningsmaður, ella eisini at lesa til lækna. Men eg sá mær ongar møguleikar fyri lesnaði í Danmark, tí til tað helt eg ikki ráðini vera heima.
Bókhaldsskipanin hjá Eliesari
Eliesar Poulsen var ein rættur uppfinnari og ígongdsetari. Hann hevði funnið upp á eitt bókhaldssystem, sum avloysti gomlu kontrabøkurnar. Hetta var eitt leysblaðsystem, sum gjørdi bókhalidsarbeiðið munandi lættari enn tað hevði verið frammanundan. Hetta uppfinnilsi hansara sló væl ígjøgnum og gav Føroyabók nógv arbeiði. Norðoya Blikksmiðja gjørdi kontokassar og plátur at leggja undir, tá bókað var. Kontobløð og journalir blivu prentaðir í Havn, til vit seinni fingu egna pressu, so tað var arbeiðið við systeminum og at selja tað, sum vit fingust við. Kríggj var og einki fekst úr Danmark tá, og enskt tilfar var so fremmant at nýta. Tað var eisini ein orsøk til at Føroyabók skipanin bleiv so nógv brúkt.
Fáa egnu prentmaskinu
Árið eftir sum eg byrjaði á Føroyabók, kom ein diegel pressa at standa í kjallaranum hjá Theodori. Tey búðu tá á Uppsalagøtu 44, sum tað eitur í dag.
Sum eg segði, so vóru tað teir báðir Theodor við Keldu og Eliesar Poulsen, ið áttu Føroyabók. Teir báðir arbeiddu ikki har . Theodor var fulltrúi hjá P/F J. J. Jacobsen skrivstovan hjá J. J. Jacobsen var í handlinum hjá Kál ( Intersport), ímeðan Eliesar Poulsen arbeiddi á skrivstovuni hjá Kjølbro.
Nú diegelmaskinan er komin í kjallaran hjá Theodori, flyta vit niðan í sethúsini hjá honum at arbeiða. Uppi á loftinum var skrivstova, í miðhæddini bókbindarí, har límaðu vit blokkar, heftu og gjørdu ymiskt slíkt pappírarbeiði og í kjallaranum var prentsmiðjan. Samstundis búði Theodor við familju síni í húsunum, so har var mangan trongligt, men tað gekk og vit høvdu tað gott, sum arbeiddu á Føroyabók.
Diegel prent maskinan var keypt brúkt úr Skotlandi og hon stendur framvegis her í kjallaranum hjá mær. Í byrjanini høvdu vit bert enskar stavir at prenta við. Men tá kríggið var liðugt, fingu vit prentstavir úr Danmark, teir kundu ikki brúkast saman við teim ensku, tí mátini passaðu ikki saman.
Sólgerð missir ein fingur
Maskinan legði ikki pappír í sjálv tá prentað var. Tú mátti standa við maskinuna, tá hon prentaði, leggja eitt ark beint í, so prentaði hon, trýstið papírið ímóti blíggjstavunum. So skuldi tú kvika tær, taka arkið úr aftur og leggja eitt nýtt í, áðrenn hon aftur prentaði. So kanska kann man siga, at stórur partur av prentingini var við hond.
Maskinan gekk við el, so tú skuldi ansa tær ikki at leggja fingrarnar ella hondina ímillum, tá hon trýstið pappírið ímóti tekstinum. Tað vóru ymisk fólk ið passaðu sjálva prentingina. Minnist at Sólgerð hjá Sámal í Leirvík misti ytsta liðin av einum fingri orsakað av prentmaskinuni. Sjálvur eri eg at kalla meira “Stik i rend dreng” hesa tíðina um 17-18 ára gamalur.
Jógvan Trøndheim sendur til Danmarkar
Føroyabók tók eisini bókhaldsarbeiði upp á seg fyri vinnulívsfólk. Ingolf Gunnarson var stjóri har í byrjanini og tá vit fluttu niðan kom Ewald Fuglø og avloysti Ingolf. Eliesar og Theodor høvdu eisini heilsølu har, hon kallaðist Rona.
Sum eg segði, so var Eliesar Poulsen hugskotsmaðurin. Einaferð var hann komin til tað, at tað var ov trupult hjá okkum at prenta myndir. Skuldi ein mynd prentast, so skuldi hon sendast til Danmarkar og gerast til klisjé. Og tá skipasambandið ikki var serliga títt, so tók tað langa tíð at fáa eina klisjé gjørda av eini mynd. Tí gjørdi Eliesar av at senda meg til Danmarkar at læra at gera klisjéir.
Fingu “repromyndatól”
Eg veit ikki hvussu Eliesar hevur manøvrerað, men hann kendi ein fakfelagsmann á Københavns Klisjéfabrik. Hesin hevði sum eg skilti eitt sindur at siga á Tekniska skúlanum í Keypmannahavn. Eg luttók í tveimum fakum, annað var fotografering og hitt var etsing. Hvørt fakið strekti seg yvir tríggjar mánaðar.
Tá eg var heimafturkomin, bleiv eitt fototól bestilt til endamálið. Hetta var eitt stórt apparat úr træ við stativi, ið mundi vera einar tríggjar fýra metrar til longdar, so tað fylti nógv har á Uppsalagøtu 44. Her skuldu myndir avfotograferast upp á sinkplátur, sum so kundi etsast til klisjé. Kemisk evni fingu vit eisini at etsa við. Men so bleiv avgjørt, at vit skuldu ikki gera klisjeir alíkavæl, so hetta bleiv alt samalt av ongum.
Eg hevði stóra virðing fyri Eliesari, hann var ein ótrúligur ígongdsetari og uppfinnari. Hann gjørdi millum annað eisini eitt nýtt bólhaldssystem til Telefonverk Føroya Løgtings.
Kontobløð, skjøl og annað
Tað var tað, vit fingust við á prentsmiðjuni. Føroyabók var einasta prentvirkið í Klaksvík tá. Prentsmiðjan hjá Norðlýsinum var ikki virkin tá.
Við hesu lítlu maskinuni kundu vit sjávandi ikki prenta alt, tí fingu vit ymiskt prenta í Havn á Landsprentsmiðjuni og aðrastaðni. Fleiri prentsmiðjur vóru í Havn um tað mundi.
10-12 fólk í arbeiði
Vit høvdu sera nógv at gera, tað mundu vera eini 10-12 fólk til arbeiðis í húsinum við hvørt.
Tað gekk væl við virkinum í krígsárunum, men aftaná kríggið, tá samband aftur var við Danmark, byrjaðu stóru vinnufyritøkurnar aftur at fáa bókhaldsskipanir hagani, tí tók sølan av Føroyabók skipanini at minka.
Jógvan keypir prentsmiðjuna
Møller Jensen, sum í eitt ella tvey ár hevði verið sølumaður á heilsøluni Rona, keypir heilsøluna í 1949. Bókhaldsvirkið er tá hildið uppat, og Eliesar og Theodor bjóða mær Føroyabók til keyps.
Eg hevði hug at keypa prentvirkið, men navnið Føroyabók var í mínari verð tengt saman við eitt bókhaldsvirki og tað hevði eg hvørki skil fyri ella hug til.
1950 bleiv so eitt sera hendingaríkt ár hjá mær. Tá giftast eg og Mása. Sama ár keypi eg prentsmiðjuna við tilhoyri.
Fíggjarliga hart spentur
Eg og Mása giftast inn her á Stangavegnum til Eliseus og Lisu. Vit inrætta okkum uppi á loftinum, har vit gera okkum ein lítlan køk og brúka kvistin omaneftir til stovu. Hjúnarúmið var sovikamarið hjá mær, sum eg hevði havt, sum ungur drongur og harafturat felags inngongd við tey bæði gomlu.
Hetta bleiv ikki nøkur varandi loysn. Eg hevði tá ikki pengar at gera nakað við. Mása var í handlinum á Stongunum til vit giftust, men nú skuldi hon ikki arbeiða úti. Hon bleiv heimagangandi ella arbeiðandi, sum sagt verður nú á døgum. Tað er synd at siga at hon hevði góðar umstøður at arbeiða í her tá, men tað var tað, sum ráðini vóru til.
Ná men eg helt so áfram við prentvirkseminum uppi í kjallaranum hjá Thedori við Uppsalagøtu. Hetta helt á í umleið tvey ár, tá verið eg uppsagdur, tí Jákup Fuglø hevur keypt húsini
Fíggjarliga var eg hart spentur hesa tíðina. Til at keypa prentsmiðjuna og annað fyri fekk eg eitt lán í Sparikassanum upp á 35.000 krónur og harafturat tóku eg ein veksil, fyri at kunna gjalda Theodor og Eliesar fyri virkið.
Í 53 fáa vit bæði fyrsta barni, Gerhard. Bústaðarumstøðurnar kundu so dánt brúkast so leingið hann var lítil, men tá Mása bleiv við barn aftur, í 55, við Elfin, tá hildu vit at hetta fór ikki at bera til.
6.000 krónur fyri grundstykki í 55
Nú var tað soleiðis, at Mása átti eitt grundstykki uppi í trøðni hjá Jóhannes á Heygnum. Vit spurdu so Jákup Eli Steffensen, um hann vildi keypa stykkið. Tað hevði hann áhuga í. Avtalað var so, at vit skuldu sleppa at leiga í kjallaranum hjá honum. Sjálvur hevði eg roynt eftir einum grundstykki, tí vit ætlaðu at byggja sjálvi, men tað skuldi liggja soleiðis at tað var atkomuligt, orsakað av prentvirkinum og handlinum við skrivstovulutum, sum eg hevði á sama stað.
Men eg fekk at vita, at grundstykkið sum eg hevði hugt eftir kostaði 6.000,- krónur. Eg dugdi ikki at síggja mær nakran møguleika at reisa so nógvan pening til grundstykki og so byggja, so tað bleiv av ongum.
Gevst at brúka navnið Føroyabók
Men so bjóðaðu Eliseus og Lisa okkum húsini her við Stangavegin, tey áttu so ongi børn eftir blóðinum. Maud var tá farin til Havnar og gift við Jens Paula Heinesen. Tey bæði gomlu søgdu, at eg kundi gera við húsini sum eg vildi.
Eg havi helst verið eitt sindur upp undan komin tá, tí tá gera vit stórar umvælingar á húsini, lyfta yvirtromina eitt sindur upp, gera tvær stovur oman eftir á ovastu hædd , tvey soviverilsir og køkin. Samstundis bygdu vit út í niðastu hæddini og gjørdu okkum egna inngongd.
Fyri at koma aftur til prentvirksemið, so brúkti eg navnið Føroyabók, til Danial Nielsen keypir navnið, eftir tað fari eg at brúka navnið J. F. Tróndheim, ella bara JFT.
Í 63 verður dóttir okkara Maria fødd og í 71 Eileen.
Gamla prentmaskinan umbygd
Síðani koyrir virkið hjá mær, og vit liva av tí. í sekstiárunum keypi eg eina prentmaskinu afturat, men havi framvegis tað elstu maskinuna. Tað var nevniliga so, at ikki bar til at prenta bond til gravkransar við nýggju maskinuni. Til tað var gamla maskinan góð til. Um tú hyggur nærri eftir tí gomlu, so sæst, at hon er umbygd. Tað var soleiðis í gomlum døgum, at elveitingin var ógvuliga svikalig. Tí fekk eg Samsonar Smiðju at gera maskinina um, soleiðis at hon bleiv gjørd soleiðis, at eg kundi prenta við at traðka á pedalir.
Virkið hjá mær hevur ikki verið stórt, men eg havi næstan alla tíðina havt fólk í arbeiði, fyri tað mesta tvey konufólk.
Eg má siga, at eg eri sera væl nøgdur við lívið. Mar hevur dámt tað arbeiðið er havi tikist við.
Frítíðin
Tá eg spyrjið Jógvan Tróndheim um frítiðina, sigur hann: Eg haldi, at tá tú hevur eitt virkið sum eg, so fyllir tað rættuliga nógv og tekur tað mesta av tíð tíni, sum ikki fer til familjuna. Annars dámdi mær væl at flóta, serliga dámdi mær væl á floti tá dreingirnir vóru lítlir. Samkoman í Betesda hevur eisini fylt nógv. Eg havi fingist eitt sindur við tónleik, tó einki at reypa av. Men tá ongin annar hevur verið at spælt, so havi eg spælt á møtum.
–
Norðlýsið
Tá vit báðir sita og práta, so fall prátið sjálvandi eisini inn á Norðlýsið. Øll árini, ið eg havi havt blaðið og prentsmiðju, hava vit havt neyvt samstarv við Jógvan Tróndheim, hann hevur altíð verið hollur í ráðum, ikki minst tá eitthvørt vandamál hevur verið at skriva um á andaliga økinum.
Jógvan Tróndheim sigur seg ikki minnast serliga nógv um Norðlýsið ella Klaksvíkar Prentsmiðju tað tíðina hann byrjaði á Føroya Bók. Hann mintist tó, at hann onkuntíð var inni í kjallaranum hjá Hans Jensen á Stangavegi 38 (Húsini, sum Hallgerð Sóley Lenudóttir eigur í dag, sambart Kortal.fo).
Var við at prenta Norðlýsið
Eg var onkuntíð við inni har, og hjálpti til at vinda pressuna, saman við øðrum dreingjum. Minnist at tað var ein ramma á einum pláni, har blíggjbókstavirnir vóru settir inn í. Eitt ark bleiv lagt omanyvir, eftir at stavirnir høvdu fingið svertu, og so rullaði sylindarin yvir, ímeðan vit vundu. Minnist bara at hjólið var ógvuliga stórt í mínum eygum. Eisini minnist eg at Eliesar í Pállstovu var har og setti og ein havnamaður, sum eg ikki minnist navnið á, segði Jógvan um Norðlýsið tá hann var smádrongur.
Um seinnu tíðina, tá Jógvan byrjaði á Føroya Bók helt Jógvan ikki at prentsmiðjan á Norðlýsinum var aktiv. Hetta vóru krígsárini og eg minnist ikki nakað til Norðlýsið júst tað tíðina.
Norðlýsið kom út á fyrsta sinni í 1915, men steðgaði aftur eftir eitt áramál. Í 30unum kom blaðið so út aftur, og tað er tá, at Jógvan Tróndheim saman við øðrum dreingjum á Stongunum hjálpir til at vinda pressuna. Eitt stutt skiftið undir krígnum kom blaðið aftur. 16. januar 1951 kemur Norðlýsið út aftur við J.S.Hansen sum blaðstjóra og tá velja teir at seta árgangin til nr. 1. So tíðarrokningin sum stendur á blaðnum í dag, stavar frá 1951, hóast blaðið á fyrsta sinni, er komið út í 1915.
Oliver Joensen




