Ídag skrivaðu umboð fyri Klaksvíkar Kommunu og Spf. Kanjon undir sáttmála um bygging av barnagarði til 60 børn í Klaksvík.
Fyri býráðið vóru tað teir báðir, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri og Heri Hammer býarverkfrøðingur, sum settu navn undir sáttmálan við Kanjon og fyri Kanjon skrivaðu Dennis Hansen og Kjartan Hansen undir.
Eftir sáttmálanum fer arbeiði ígongd nú 7. mars og skal standa liðugur 7. juni 2007.
Barnagarðurin við Traðagøtu ætlast at skula hava rúm fyri umleið 60 barnagarðsbørnum og sáttmálaarbeiðið, sum Spf. Kanjon skal gera kostar smáar 10 milliónur krónur.
Afturat hesum kemur so innbúgv og úttandurðaleikur. Uttanfyri barnagarðin verður eisini alment spælipláss til børnini har á leið.
Meira um barnagarðin við Traðagøtu í Norðlýsinum fríggjadagin.




