Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sáttmálin um part av ringvegnum undirskrivaður

John William Joensen

Í middegi í dag skrivaði kommunan undir byggisáttmála við Sp/f Grevstur um gerð av ringvegastekkinum frá undir Fossum og oman til Uppsalagøtu, íroknað íbinding til Rættargøtu.

Tað vóru Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri og Heri M. Hammer býarverkfrøðingur, sum vegna kommununa skrivaðu undir sáttmálan við Grevstur, sum var umboðað av Allani Jacobsen.
Hanus Poulsen, byggifrøðingur á Teknisku Umsiting, sum hevur umsitingarligu ábyrgdina av málinum, upplýsir, at Landsbyggifelagið hevur staðið fyri projekteringini og útbjóðingini og kemur at hava eftirlitið við arbeiðnum um hendur..
Hesin sáttmálin er áljóðandi góðar 14 mill. krónur, og arbeiðið er ásett at fara í gongd tann 1. juli 2006.
Í sáttmálanum er arbeiðið ásett at verða liðugt avhandað tann 19. desember 2007.
Býráðið hevur eisini samtykt at gera ringvegin víðari oman til Nýggjaveg/Klingrugarð. Sáttmáli um hendan partin verður seinni í ár undirskrivaður við Sp/f Kanjon, og ætlanin er, at eisini hetta vegaarbeiðið eisini verður liðugt til jólar í 2007.
 
Tekstur: www.klaksvik.fo