Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Saunagos: Vælveruuppihald á Hotel Vágum fyri kvinnur

Jóhann Lützen

Onkrar oljur eru sissandi og góðar móti strongd og fyri at fáa betur svøvn, meðan aðrar oljur stimbra og eru upplyftandi, góðar móti tunglydni, sigur Gosmeistarin.

 

Eitt av nýggju feløgunum í Klaksvík er Saunagos. Stovnarar eru Annika Maisonsdóttir Mellemgaard og Súsanna Thomsen. Annika er úr Klaksvík og hevur havt saunagos fyri kvinnum í svimjihøllini í yvir hálvt ár. Tað hevur verið sera væl umtókt, kvinnur frá øllum landinum koma til Klaksvíkar fyri at uppliva saunagos.

Saunagos er, sum navnið sigur, í einari sauna, og ein persónur letur æteriskar oljur blandaðar við vatni á ovnin. Tað gerst sera heitt, og við einum handklæði ella viftu syrgir gosmeistarin fyri, at hitin og deiligi angin frá æterisku oljunum verða spjatt runt.

Gosmeistarin greiður frá, hvat fyri ávirkan oljurnar hevur. Tað ymiskt, onkrar oljur eru sissandi og góðar móti strongd og fyri at fáa betur svøvn, meðan aðrar oljur stimbra og eru upplyftandi, góðar móti tunglyndi. Eitt umfar við 1-3 oljum tekur umleið 10-15 minuttir.

Saunagos kann geva linna fyri giktpínu, reinsa húðina og styrkja blóðrenslið. Tað stimbrar nertingarsansin og kann hjálpa uppá húðsvong. Tú fært eina orkuinnspræning, ið gevur vælveru fyri bæði kropp og sinn.

 

Søgan

Upphiting av kroppinum hevur verið nógv nýtt kring í heiminum. Indiánarir nýttu telt av hjørtaskinni, sum bleiv kallað “Sveittasmáttu”. Finnland er eisini kent fyri sína saunamentan, har hava nógv heimasauna. Í Føroyum hava vit ikki eina langa saunasøgu, men svimjihøllin í Klaksvík var tann fyrsta við vælveruøki og saunagosi, og nú er nýggj felags uttandurða sauna á veg til vælveruøkið. Tað gleða vit okkum øll til, so sleppa mennirnir eisini at njóta saunagos.

Somuleiðis er Klaksvíkar kommuna í ferð við at gera umstøðurnar betur til sjósvimjarnir. Ynskiligt er, at tað umframt, skiftingar- og brúsurúm, eisini verður hugsað um sauna. Felagið hevur spælt við tankan, hvussu stórsligið tað kann síggja út í sauna í Borðoyavík og úti í Grøv, sí myndir niðanfyri. 

 

Tiltøk

Annika og Súsanna skipa fyri saunagostiltøkum, tær verða m.a. við til Virkið Vár hjá Klaksvíkar kommunu, Mentunarnáttina í Havn.

Komandi vikuskifti hava tær bílagt Hotel Vágar til vælveruuppihald fyri kvinnur. Umframt heitan pott og sjósvimjing er saunagos í tunnusauna á skrá. Fleiri kvinnur úr Klaksvík hava teknað seg, tær gleða seg, og tað verður óivað sera hugnaligt. Enn eru nøkur kømur tøk, og til ber at bíleggja á www.saunagos.fo