Fyri umleið 15 20 árum síðani hevði býráðið eina ætlan um eitt frítíðarsentur á Helnabrekku, eisini var økið við Hamarssniðið avlagt til skúlaøki, menn hetta er søga nú.
Klaksvíkar Býráð kunnger ídag, at verandi D7-øki við Hamarssniðið, sum er útlagt til undirvísingarendamál, verður broytt til øki A, sum er sethúsaøki.
Samstundis verður kunngjørt, at C1-øki á Helnabrekku, sum er útlagt til miðstaðarendamál, verður broytt til øki A, sum er sethúsaøki.
Ætlanir hava fyrr verið á hesum báðum økjunum um ávikavist skúlabygging og frítíðar- og heilsusentur, men nú sethúsaspurningurin er so átrokandi og gomlu ætlaninar ikki eru førdar út í lívið, vil býráðið gera nýtslu av hesum økjunum til sethúsabygging.
Broytingarnar í Byggisamtyktini liggja frammi á býráðsskrivstovuni til 11. november og til tað tíð hava borgarar møguleikan at mótmæla ella at koma við broytingaruppskotum.




