Karl Johansen, sýslumaður, vónar ikki, at báturin hjá Sea Shepherd kemur illa fyri í illveðrinum norðanfyri.
Karl Johansen vónar ikki, at báturin hjá Sea Shepherd kemur illa fyri í illveðrinum norðanfyri.
Í Haraldssundi hevur ein grind verið at sæð størsta partin av degnum. Tíðliga seinnapartin var hon farin úr eygsjón, men um 15. tíðina var hon aftur at síggja heilt inni móti Haraldssundi. Men nú er hon farin út aftur, sigur Karl Johansen, sum er sýslumaður í Norðoya Sýslu.
– Meðan vit hava bíðað eftir betri veðrið í dag er ein bátur frá Sea Shepherd komin til grindina. Vit vita ikki, hvar hann er komin frá. Men fyri hálvum tíma síðani(kl. 16.00) mistu vit bæði grindina og bátin úr eygsjón. Tá hevði báturin rikið grindina út. Nú vóna vit bara, at Sea Shepherd báturin ikki kemur illa fyri í illveðrinum norðanfyri, sigur Karl Johansen.
So vil tíðin vísa, um grindin kemur inn aftur seinni í dag/kvøld. Karl sigur, at verður grindin aftur at síggja, so er ein nýggj støða.
Myndirnar tók Oliver Joensen í Haraldssundi kl. umleið 15.00, tá grindin var heilt inni í Haraldsundi.




