Viðareiðisvegurin: Fyri lítlari løtu síðani rendi ein bilur hjá SS útav Viðareiðisvegnum, inni Leiti, tætt við æliringarnar.
Viðareiðisvegurin: Fyri lítlari løtu síðani rendi ein bilur hjá SS útav Viðareiðisvegnum, inni Leiti, tætt við æliringarnar.
Ongin mannaskaði. Bilurin hevur heldur ikki fingið stórvegis skaða.
Tað var annars ein lastbilsjaførur, sum ringdi til Norðlýsið og boðaði frá hendingini.
Hann greiddi okkum eisini frá, at hann hevði sagt við SS-fólkini, at tey ikki bert skulu hyggja út á sjógv, men eisini eftir vegnum. Hesari útsøgn nikkaðu tey bara til.
Myndina hava vit fingið frá einari gentu, sum koyrdi beint fram við tá ið tað bilurin koyrdi útav. Hon segði, at hon beyð seg til hjálpar, men tey vildu ikki hava nakra hjálp, tí onnur hjálp var áveg.
Jú, tað kann vera vandamikið at leita eftir grind, vandamiklari enn sjálvt grindadrápið. – Sig so tað!




