Grindin sum legði beinini í Hvannasundi í morgun er nú merkt.
9 hval vórðu merktir og teir vóru tilsamans 52 skinn.
Grindin verður skift í rakstrarpartar. 12 bátar (28 mans) vóru við í rakstrinum. Umframt rakstrarpartarnar fáa Røktarheimið við Vágna og Norðoya Røktarheim eisini part.
Seðlarnir koma út klokkan 13 norðanfyri byrgingina í Hvannsundi.




