Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seglont við Biskupstøðna

Oliver Joensen

 Hendan vakra seglontin hevur nú í nakrar dagar hildið til við Biskupstøðna beint við gomlu neystini á Biskupsstøð.

Bókin Fuglar í Norðurhøvum veit ikki nógv at siga um seglont, uttan, at tær sum koma hendan vegin eru vilstar úr Onglandi ella Skotlandi. Eg havi sent mail til Jens Kjeld Jensen og skal leggja út, so skjótt eg fáið svar frá honum.

Ímeðan ber til at ganga sær ein túr oman at hyggja. Gott er at hava kikara við og kanska ikki fara henni so nær, tí tá er vandi fyri at hon verður stygd burtur. Sum skilst í Fuglar í Norðurhøvum, so er hetta ein steggi.