Tað ber tó ikki til at siga undan valinum, hvussu nógvar atkvøður skulu til fyri at fáa umboð.
Tað hava áleið eins nógv valrætt hesaferð, 4082, sum í 2020, tá 4042 høvdu valrætt.
Fleiri val hava flokkar verið á markinum til at fingið umboð ella ikki í Klaksvíkar kommunu. Og so kann ein spyrja, hvussu nógvar atkvøður skulu til fyri at sleppa innum. Í 2020 høvdu 256 atkvøður verið nokk at fingið ein býráðslim. Men hetta talið kann skifta nógv alt eftir, hvussu tað fellir út og og um nógvar atkvøður fara ’’til spillis’’. Í 2004 var markið t.d. 259 atkvøður, hóast gott 400 fólk færri atkvøddu enn í 2020.



