Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta Eldrasamkoma í Betesda á Klaksvíksvegnum

Betesda

Kl. 15 komandi fríggjadag 21. februar verður seinasta Eldrasamkoman úti á Klaksvíksvegnum, áðrenn flutt verður í nýggja bygningin á Biskupsstøð

Kl. 15 komandi fríggjadag 21. februar verður seinasta Eldrasamkoman úti á Klaksvíksvegnum, áðrenn flutt verður í nýggja bygningin á Biskupsstøð

Sløk tvey ár eru gingin, síðami samkoman í Betesda flutti frá Biskupsstøð, tá salurin varð niðurtikin, og flutt varð út á Klaksvíksvegin.

Komandi fríggjadag 21. februar kl. 15 verður seinasta Eldrasamkoman úti á Klaksvíksvegnum, tí flutt verður í næstum í nýggja bygningin, har Betesda hevur verið í smá 100 ár. – Gott hevur verið, at kunna hildið til úti á Klaksvíksvegnum.

Á hesi Eldrasamkomu ferð Mikkjal á Bergi at greiða frá “hendingum í lívi hansara bæði í dagliga arbeiðinum og í samkomulívinum”.

Góði vinmaður hansara ígjøgnum mong ár, Oddmar Marsten, fer somuleiðis at syngja nakrar sangir.

Eisini verður – sum vant – gott pláss fyri hugnaligum práti, felagssangi og einum góðum drekkamunni.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa seinastu Eldrasamkomuna á Klaksvíksvegnum fríggjadagin, 21. februar kl. 15.

Harleyfacadeacryl