Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta frá illveðrinum

Hanus Kjølbro

Nú er greiningin, hvussu lághválvið sá út klokkan 18 okkara tíð, komið. Lágtrýstið, ið gevur okkum allan handan vindin, er komið væl longri norðureftir, enn spátt var klokkan 12. Klokkan 18 var statt beint vestan fyri Føroyar – einar 130 fjórðingar úr Mykinesi. Brúgvaløgini fóru framvið eina góða løtur áðrenn hetta.

Vanliga er mesti vindurin sunnan fyri lágtrýstdepilin – og við hesum lágtrýstinum er einki undantak. Mesti vindurin er í suður- og í suðureysturhorninum. Hesi øki fara at raka okkum eina ferð í morgin. Tað sær út til at veðurfrøðingar ikki hava fulla greiði á, hvussu skjótt lágtrýstið fer í landnyrðingnorðan. Tú er eitt sindur óvist, nær ringasti vindurin verður um okkara leiðir.

Men, vit fylgja við…. Vit lata hoyra frá okkum, so skjótt okkurt nýtt er at frætta.