Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta freist til Eyka-tunnilsblaðið er í morgin – fríggjadagin.

Hannefíða Joensen

Nú vit á Norðlýsinum fara í summarfrí 16. Juli gera vit heili 2 ókeypis bløð í juli. Eitt blað í sambandi við at Svimjihøllin letur upp av nýggjum og so eisini í sambandi við at Kópakonan verður avdúka í Mikladali.Seinasta freist at koma við tilfari er í morgin – fríggjadagin 4. juli.

Nú vit á Norðlýsinum fara í summarfrí 16. Juli gera vit heili 2 ókeypis bløð í juli. Eitt blað í sambandi við at Svimjihøllin letur upp av nýggjum og so eisini í sambandi við at Kópakonan verður avdúka í Mikladali. Seinasta freist at koma við tilfari er í morgin – fríggjadagin 4. juli.

Tunnilsblað 9. juli

Leygardagin 12. Juli letur Klaksvíkar Svimjihøll upp av nýggjum. Í hesum sambandi hava handlarnar í Klaksvík leingi opið, og eisini verður tað ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin frá kl. ++ til ++

Norðlýsið ger eisini eitt serligt blað ið kemur ókeypis í hvørt hús í Eysturoy og Norðoyggjum mikudagin 9. Juli. Tilfar til hetta blaðið má verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 4. Juli kl. 12.00.

Tilfar kann sendast tillysing@nordlysid.fo

Kópakonublað 30. Juli

Í samband við at Kópakonan verður avdúka í Mikladali fríggjadagin 1. august verður eitt serligt Kópakonublað borið út í hvørt hús í Føroyum mikudagin 30. juli. Tilfar til hetta blaðið má verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 4. Juli kl. 12.00.

Tilfar kann sendast tillysing@nordlysid.fo

Harleyfacadeacryl