Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta landsliðsúttøkan:

Norðlýsið

HB og B36 manna nú føroyska A-landsliðið


Stutt undan jólum boðsendi Jógvan Martin Olsen 28 leikarum til úttøkuvenjingar, sum verða 13. og 27. januar og 3. februar, og sum verða grundarlagið fyri úttøkuni av landsliðnum, sum fer til venjingarleguna í La Manga v.m. í 2007.

HB og B36
dominera.
Tað fyrsta, ein leggur til merkis við hesi úttøkuni, er at tað serliga eru tvey lið í Formuladeildini, sum lata meginpartin av leikarunum til føroyska landsliðið.
Um vit flyta teir leikarar, sum í vetur hava skift felag, so er støðan í løtuni tann, at HB letur heilar 8 leikarar og B36 ikki færri enn 7 leikarar til hetta bruttolandsliðið. Tvs. samanlagt eru 15 leikarar úr hesum báðum høvuðsstaðarfeløgunum.
Til samanberingar kann upplýsast, at 6 onnur føroysk lið lata leikarar til hetta landsliðið. Tey eru EB/Streymur (3 leikarar), NSÍ (2), Skála (1), KÍ (1), GÍ (1) og TB (1), sum sostatt lata samanlagt 9 leikarar til landsliðið.
Tvs. 15 leikarar úr tveimum høvuðsstaðarfeløgum og 9 úr restini av landinum!

Fyrimunir
og vansar.
Tað er ikki ókent í onkrum øðrum londum, at einstøk ella heilt fá fótbóltsfeløg eiga meginpartin av leikarunum á landsliðnum, og givið er, at tað bæði eru fyrimunir og vansar við tí.
At hava nógvar leikarar úr sama fótbóltsfelag gevur óivað tann fyrimun, at hesir leikarar kenna hvønn annan sera væl, og møguleikin fyri góðum samanspæli og spælforstáilsi teirra millum á landsliðnum er tí sjálvandi betri enn millum leikarar úr ymsum feløgum.
Hinvegin telur tað tann skeiva vegin fyri eitt landslið, um landsliðsleikararnir í so stóran mun koma úr einum og sama parti av landinum, tí harvið umboða landsliðsleikararnir ikki nóg væl allar partar av tjóðini.
Vit vóna, at tað ikki verður so, men ein avleiðing av hesum kann sjálvandi verða tann, at áhugin fyri landsliðnum minkar í teimum pørtum av landinum, sum einki leikaraumboð eiga á okkara fremsta landsliði.
Her skal leggjast afturat, at tíbetur er tað enn soleiðis, at ein stórur partur av leikarunum hjá t.d. HB og B36 eru uppvaksnir kring um í landinum, og teir umboða tí í veruleikanum ikki bara teirra núverandi feløg, men við tíðini kann hetta broytast tann skeiva vegin, so hvørt sum hesir alt meira kenna seg sum ”havnarmenn”.

KÍ hevur bert 1
landsliðsleikara.
KÍ, sum í fjør spældi seg í steypafinaluna og sum endaði á einum 4. plássi, eigur 3 landsliðsleikarar, um vit taka hópin í 2006. Hesir eru Meinhardt Joensen, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør, men við tað at bert Meinhardt er eftir í KÍ í 2007, er hann nú tann einasti, sum umboðar KÍ á landsliðnum.
Hinvegin kann ein sjálvandi spæla ta nógv slitnu plátuni um, at klaksvíkingarnir samanlagt eru fleiri á landsliðnum, og tað er eisini rætt, men hetta bøtir ikki nógv um støðuna hjá KÍ, tá hesir ikki leika við heimstaðarfelagnum.

Sámal Joensen
landsliðsboð.
Í einum Norðlýsi fyri stuttum høvdu vit eina samrøðu við Petur Mohr, venjara hjá GÍ, har hann m.a. undraðist á, at Sámal Joensen ikki hevði fingið landsliðsboð í 2006, hóast hann telist millum okkara allar bestu miðvallarleikarar.
Petur vísti í samrøðuni á, at Sámal hevði eitt framúr gott kappingarár í 2006, og hann skilti tí einki av, at hann ikki eingong var partur av føroyska brutto-landsliðnum.
Eftir øllum at døma hevur útsagnin hjá Peturi hjálpt. Í øllum førum hevur Sámal nú fingið landsliðsboð til bruttohópin, so nú fáa vit at síggja, um tað røkkur longur enn tað í hesum umfari.

Tað er nú løgið at
býtið er so skeivt.
Her niðanfyri er sett upp eitt visuelt yvirlit landsliðsleikararnar, soleiðis sum teir býta seg ímillum tey ymisku feløgini í Formuladeildini, nr. 1, nr. 2 o.s.fr.
Tað kann neyvan undra, at teir flestu leikararnir koma úr teimum feløgunum, sum endaðu í ovara parti av stigatalvuni í 2006, men tað er nú løgið kortini, at býtið skal vera SO misjavnt, sum tað nú einaferð er.
Eru veruliga so fáir góðir leikarar í t.d. EB/Streymi, KÍ og NSÍ samanborið við HB og B36??
Var EB/Streymur ikki bara eitt tilvildarligt KÍ-mál frá at gerast føroyameistari?
Spældi NSÍ ikki góðan fótbólt?
Nei, tað er ikki lætt at vera landsliðsvenjari, og vit stuðla honum fult út í hansara og teirra arbeiði. Fótbóltur er nú bara soleiðis, at øll hava eina meining um hann, og spurningarnar eru nógvir, sum verða settir. Millum annað teir omanfyri nevndu .
Koyr á Føroyar!!

Landsliðsleikararnir,
býtið millum feløgini.

Formuladeildin:
Nr.    Felag    Tal av landsliðsleikarum
01    HB    ☻☻☻☻☻☻☻☻
02    EBS    ☻☻☻
03    B36    ☻☻☻☻☻☻☻
04    KÍ    ☻
05    NSÍ    ☻☻
06    GÍ    ☻
07    Skála    ☻
08    VBS    –
09    B68    –
10    ÍF    –

1. deild:
Nr.    Felag    Tal av landsliðsleikarum
04    TB    ☻

Uttanlands:
Danmark:    ☻☻☻
Ísland:    ☻

Samlað yvirlit yvir júst úttikna brutto-landsliðshópin:

1.    Vagnur Mortensen HB
2.    Rasmus Nolsøe HB
3.    Janus Joensen HB
4.    Jákup á Borg HB
5.    Kári Nielsen HB
6.    Rógvi Jacobsen HB
7.    Mortan úr Hørg HB
8.    Christian H. Jacobsen HB

9.    Jákup Mikkelsen B36
10.    Hanus Thorleifsson B36
11.    Bergur Midjord B36
12.    Fróði Benjaminsen B36
13.    Mikkjal Thomassen B36
14.    Klæmint Matras B36
15.    Herbert í Lon Jacobsen B36

16.    Rene Tórgarð EB/Streymur
17.    Marni Djurhuus EB/Streymur
18.    Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur

19.    Jónhard Fredriksberg NSÍ
20.    Hjalgrím Elttør NSÍ
21.    Pauli Hansen Skála
22.    Meinhardt Joensen KÍ
23.    Samal Joensen GÍ
24.    Óli Johannesen TB
25.    Símun Samuelsen Keflavík
26.    Andrew av Fløtum Fremad Amager
27.    Christian Holst Lamhauge Lyngby FC
28.    Atli Danielsen (DK)

Venjarar o.o. ábyrgdarfólk fyri A-landsliðið:
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari,
John Petersen, hjálparvenjari,
Jens Martin Knudsen, málmansvenjari,
Magni Mohr, fysiskur hjálpari,
Birgir Hansen, liðleiðari,
Jens Pauli Marstein, lækni,
Álvur Hansen, fysioterapeutar.