Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta venjingin er av: Hetta verður liðið

Jákup Ósá

(Porto) tað tykist ikki vera nakar ivi um, hvør byrjar inni móti Portugal.

Føroyska A-landsliðið hevur havt sína seinastu venjing. Og hon gav somu ábendingar sum í gjár. Tað verður helst eisini spælt í einari 3-6-1/5-4-1 leikskipan frá byrjan. René S. Joensen vandi ikki saman við hinum í dag, men væntandi verður hann tøkur til dystin. 

Tí væntast, at hesir byrja inni: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Róaldur Jakobsen, René S. Joensen, Gilli R. Sørensen – Jóan Símun Edmundsson.