Hetta vikuskiftið er so seinasti møguleiki at royna seg á skoytibreytini á hesum sinni. Skoytubreytin hevur opið til og við 1. mars.
Skoytubreytin hevur verið sera væl vitjað í ár. Nærum 7.000 vaksin og børn hava roynt seg á ísinum í ár, og tað er sjálvandi gleðiligt, at fólk úr øllum landinum hava tikið so væl ímóti hesum møguleikanum.
Breytin hevur opið frá kl. 15 til 20, tó leygardagin frá kl. 10.



