Landsdysturin millum Írland og San Marino verður mikukvøldið kl. 20 og í samband við at hetta er seinasti altjóð dysturin hjá klaksvíkinginum verður dysturin vístur á stórskýggja í Klaksvíkar Klubba
Lassin fellur fyri aldursmarkinum hjá UEFA og tí er hetta samstundis seinasti dysturin hjá honum sum altjóða dómari.
Í hesum sambandi fer Klaksvíkar Klubbi at sýna dystin á stórskýggja.
Í dómarabólkinum eru Lassin Isaksen, Jón Kári í Brekkuni,
Petur Reinert og Jens Albert Simonsen.
Klubbin letur upp kl. 19 mikukvøldið




