1.deild hjá KÍ leikar sín seinasta heimadyst á heimavølli í ár, í kvøld kl. 17:30
KÍ liggur í løtuni á fimta plássið í kappingini og teir møta LÌF sum enn hevur møguleika at vinna seg fram um AB í kappingini um seinastu bilettina til Formuladeildina.
Kravið til LÍF og teir mongu kendu klaksvíkingarnar á LÍF liðnum er ein sigur á KÍ og tí er talan um ein sera spennandi dyst.
Dysturin verður sum sagt í kvøld kl. 17:30.




