Seinasti Eldradagur í Betesda í ár verður fríggjadagin kl. 15.00
Fríggjadagin í hesi vikuni – 27. november kl. 15-17 – verður seinasta Eldrasamkoman í Betesda í hesum árinum.
Hesaferð fer Símun Absalonsen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, at hugleiða og greiða frá samfelagnum í Klaksvík og samkomulívinum í Betesda um tað mundið hann vaks upp.
Kvartettin í Betesda fer at syngja.
Eisini verður sum vant felagssangur og løtan verður í heilatikið merkt av jóladámi í sangi og ein kaffimunnur verður við rísalamande.
Øll eru vælkomin.




